Leita á in.fo

Løgtingslimir undrast á, at ikki fleiri sløg av bilum vera avgjaldsfríir

Áki Bertholdsen 09.02.2019 (12:21)

Vilja hava at fleiri bilar skulu verða bíligari at keypa í Føroyum

 

Tað er ov avmarkandi, at tað bara eru elbilar, sum skulu sleppa undan at rinda avgjald til landskassan. Tað halda nakrir tinglimir, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at Elbilar skulu sleppa undan at rinda avgjald til landskassan til 31. desember í 2020.

 

Men talan er bara um bilar, sum burtur av eru drivnir av el ella vetni, og løgtingslimir halda ikki, at tað er nokk.

 

Eitt nú vísir Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, á, at tað eru ein hópur av bilum á marknaðinum, sum bæði brúka el og bensin, tað eru hybridbilar, sum teir verða kallaðir. Og hann heldur, at vit eiga at umhugsa at gera teir bilarnir avgjaldsfríar eisini.ð

 

– Eg skilji ikki, at hybrid bilar ikki eisini eru avgjaldsfríir, tí teir eru grøn orka, sigur hann. Og í løtuni eru teir upp aftur grønari enn elbilar eru, tí hybridbilar gera sína egnu elorku, har elbilar fáa orku frá SEV, sum brúkar nógva olju í sínari orkuframleiðslu.

 

Kári P, Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, vísir á, at vit hava hybridbilar, sum í miðal, koyra yvir 70 kilometrar upp á liturin, tí teir brúka partvís el. Og eisini hann heldur, at hesir bilarnir eiga eisini at verða bíligari at keypa, men teir verða ikki stuðlaðir.

 

Skulu vit stuðla umhvørvisvinarligum bilum eiga vit at gera tað, sum heild, tí tað er skeivt bara at pilka elbilar burtur úr. Janus Rein, sum hevur tikið sæti á tingi fyri

 

Kristin Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur, at tað er ein spurningur, sum kann takast til umhugsunar. Men hon vísir samstundis á, at skulu allir hybridbilar eisini sleppa undan avgjaldi, fer tað at kosta landskassanum rættiliga stórar upphæddir í mistum inntøkum.

 

Hon sigur, at tað vera nevniliga rættiliga nógvir hybridbilar seldir, og ein møguleiki kundi verið at givið teimum ein partvísan avsláttur. Men hinvegin er endamálið nettupp at eggja fólki til at keypa so umhvørvisvinarligir bilar, sum gjørligt, og tað vísir seg, at hybridbilar dálka nakað – men tað er í øllum frægari enn bilar, sum bara brúka bensin ella diesel, ásannar landsstýriskvinnan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her