Vilja hava dna-roynd frá Ronaldo í neyðtøkumáli

Løgreglan í Las Vegas hevur sent umbøn at fáa eina dna-roynd frá Cristiano Ronaldo

Løgreglan í Las Vegas hevur sent umbøn at fáa eina dna-roynd frá Cristiano Ronaldo.

 

Løgreglan í amerikansak spælibýnum Las Vegas hevur sent eina umbøn til italsku myndugleikarnar fyri at fáa fatur á eini dna-roynd frá Cristiano Ronaldo.

 

Tað skrivar amerikanska blaðið Wall Street Journal.

 

Løgreglan vil sambært blaðnum hava eina dna-roynd frá portugisisku stjørnuni, sum spælir í italska Juventus, fyri at vita, um hon samhóskar við naka dna, sum er funnið á einum kjóla, hvørs eigari hevur ákært Cristiano Ronalda fyri at hava neytikið seg í 2009.

 

Í oktober tók løgreglan í Las Vegas málið uppaftur ímóti Cristiano Ronaldo, sum í tí sambandi avvísti, at hann skuldi hava neyðtikið amerikonsku kvinnuna.

 

– Eg nokti øllum skuldsetingum ímóti mær. Neyðtøka er ein andstyggilig brotsgerð, sum er ímóti tí, sum eg eri, og øllum tí, eg trúgvi uppá, skrivaði Juventus-stjørnan á Twitter í oktober.

 

– Sjálvt um eg ógvuliga fegin vil hava navn mítt reinsað, so nokti eg at geva meira tilfar til ta miðlaøki, sum er skapt av fólki, sum vilja fremja seg sjálva upp á mína rokning.

 

Amerikanska kvinnan heldur uppá, at hon var á náttklubbanum Rain 12. juni í 2009 saman við eini vinkonu. Her hitti hon Cristiano Ronaldo.

 

Portugisarin bjóðaði henni sambært rættarmálinum fleiri fólkum við upp á penthoussuituna fyri at »njóta útsýni yvir Las Vegas«.

 

Fonaldo skal sambært sakarmálinum hava biðið kvinnuna um oralsex, meðan hann var nakin.

 

Kvinnan, sum var 24 ár tá, heldur uppá, at Ronaldo neyðtók hana, eftir at hon hevið avvíst hann.

 

Hvat Ronaldo sigur til umbønina, løgreglan í Las Vegas smabært Wall Steeet Journal er komin við, er óvist.

 

/ritzau/