Vilja hava føroyingar í hertænastu

Fólkatingið skal nú taka støðu til, um føroyingar skulu tvingast at gera hertæanstu í Danmark

Týsdagin legði Danski Fólkaflokkurin uppskot fyri Fólkatingið um, at føroyingar og grønlendingar skulu gera hertænastu eins og danir gera. Ein skylda, sum føroyingar ongantíð hava havt – og sum samstundis er orsøkin til, at Føroyar ongantíð hava luttikið í nøkrum kríggi.

 

Danmark er javnan í kríggi ymsa staðni í heiminu, og seinastu 15 árini eru 51 ungir danir deyðir í kríggi.

 

Tað eru Marie Krarup, Søren Espersen og Martin Henriksen, fólkatingsfólk fyri Danska Fólkaflokkin, sum hava lagt uppskotið fyri Fólkatingið.

 

Uppskotið kalla tey: »Forslag til folketingsbeslutning om ligestilling mellem alle dele af rigsfællesskabet med hensyn til aftjening af værnepligt«.

 

Tey vilja hava, at Fólkatingið áleggur stjórnini at taka neyðugu stigini til at broyta lógina soleiðis, at allir partar av ríkisfelagsskapinum verða javnsettir, tá tað snýr seg um at gera hertænastu.

 

Í viðmerkingum til uppskotið vísa tey á, at herskylda er fyri allar danskar menn. Danskir menn, sum hava fastan bústað í Danmark, verða soleiðis automatiskt kallaðir inn til »Forsvarets dag« tað árið, teir fylla 18 ár.

 

Menn, sum hava bústað í Grønlandi ella í Føroyum, skulu ikki gera hertænastu. Harumframt er tað soleiðis, at menn, sum eru fluttir til Danmarkar eftir athava havt bústað í Føroyum ella í Grønlandi í minst 10 ár eftir umsókn kunu sleppa undan hertænastu í Danmark. 

 

Danski Fólkaflokkurin vísir á, at verandi skipan byggir á gamlar lógir – heilt aftur frá fyrstu grundlógini í 1849, og at nógv er broytt síðani tá. Tí heldur flokkurin, at tað er nátúrligt at taka hendan spurningin upp.

 

– Talan er um tríggjar javntsettar partar í ríkisfelagsskapinum, og borgarar eiga tí at viðgerast líka í mun til møguleikan fyri at kunna gera hertænastu, sigur flokkurin.

 

– Allir fólkabólkar í ríkisfelagsskapinum eiga at vera ein partur av verjuni og tilbúgvingini, sigur flokkurin.

 

– Bæði Grønland og Føroyar ynskja meira sjálvstýri, og her er tað ein sjálvsagdur lurue, at grønlendska fólkið og føroyska fólkið sjálvt eru við til at manna verjuna og bjargingartilbúgvingina í teirra egnu økjum, heldur Danski Fólkaflokkurin.