fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7.7m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.11.2018 (15:15)

Vilja hava Henrik Old aftur í landsstýrið

Løgmaður eigur at seta Henrik Old aftur í starv sum landsstýrismann í samferðslumálum. Tað halda bæði Pauli Trónd Petersen, tingmaður fyri Tjóðveldi, og Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Løgtingið viðger eitt uppskot um at fara undir at gera tunnil til Fámjins. Tað eru fleiri tingmonnum í andstøðuni, og Kristin Michelsen, sum ikki følir seg bundnan av samgonguni, hóast hann í Javnaðarflokkinum, sum hava lagt uppskotið fyri Løgtingið.

 

Annars var tað nettupp Fámjinstunnilin, sum fekk Henrik Old at siga seg frá, sum landsstýrismann í samferðslumálum, tí hann fekk ikki undirtøku frá restini av samgonguni fyri at gera Fámjinstunnilin.

 

Men nú uppskot er lagt fyri Løgtingið um at gera Tunnil til Fámjins, vísir Pauli Trónd Petersen á, at tað er klárt at bora tunnil til Fámjins og samstundis er ikki klárt at bora Dalstunnilin. Og tí heldur hann, at tað er sjálvsagt, at tunlasjakkið hjá Landsverki setir á at bora til Fámjins, heldur enn at ganga hendur í lumma í fleiri mánaðir til tað er klárt at fara undir Dalstunnilin.

 

Pauli Trónd Petersen heldur, at tess skjótari, tunlasjakkið sleppur til verka, tess skjótari slepst eisini undir tunnilin til Tjørnuvíkar, sum kanska er tann mest átrokandi av øllum at gera. Hann heitir á Løgtingið um at finna eina felags semju um tunlarnar, og hann heldur, at tað besta, løgmaður kundi gjørt, var at seta Henrik Old aftur í starvið sum landsstýrismann, tí so hevði hann avgreitt málið.

 

Tað, sum hevur størstan týdning, er at tunlarnir verða gjørdir, sum skjótast, sigur hann. Hann váttar kortini samstundis, at hann fer ikki at taka undir við uppskotinum um at gera tunnilin til Fámjins.

 

Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkurin, sigur, at tey í Javnaðarflokkinum fer at halda seg til semjuna um at dera Dalstunnilin fyrst.

 

Eisini Jenis av Rana tekur undir við at Henrik Old fer aftur í landsstýrið og hann heldur, at Løgtingið eigur at finna eina semju um tunlarnar, og um, hvørjar tunlar, tunlasjakkið skal gera. Hann brendi fyri Fámjinstunlinum, leggur hann afturat.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her