Vilja hava okkurt aftur fyri

Samgongan fer nú at viðgera um tey kunnu taka undir við einum uppskoti frá andstøðuni – men tað verður ikki treytaleyst

– Lat okkum brúka hetta høvdi til at fáa greiði á, hvat vit gera.

Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fìggjarnevndini, letur nú dyrnar upp fyri, at samgongan fer at taka undir við einum uppskotið hjá andstøðuni.

 

 Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at geva kommununum loyvi til at hækka botndrádráttin í skattinum. 

 

Í løtuni kunnu fólk rinda 30.000 krónur uttan at rinda kommunuskatt, men Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum heimild til at hækka tað upp í 65.000 krónur, tí so eru botnfrádrátturin í kommunuskattinum tann sami sum í landsskattinum.

 

Vilja kommunur geva teimum lægstløntu ein skattalætta, kunnu tær gera tað við at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, tí sum hann er nú, er tað so, at summi av teimum, sum tjena allarminst, rinda ikki landsskatt, bara kommunuskatt.

 

Men í samgonguni hava tey verið trek at taka undir við hesum. Eitt, tey vísa á, er kommunur eru ikki so altráðar eftir at fáa hendan møguleikan, tí tær stúra fyri at tað fer at geva størru kommunum ein fyrimun í kappingini um at draga fólk til sín. Tinglimir í samgonguni vísa eisini til at samgongan arbeiðir við eini nýggjari skattaskipan, og at hesi viðurskifti eiga at vera ein partur av tí.

 

Í samgonguni eru tveir borgarstjórar, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Pauli Trónd Petersen í Vestmanna. Og tinglimir í andstøðuni koyrdu hart á teir, at teir ikki vildu, ella ikki skuldi tora at fáa heimild til at áseta botnfrádráttin í kommunuskattinum sjálvir, tí hóast teir fáa møguleikan at hækka hann, er tað ongin, sum tvingar teir til at brúka tann møguleikan.

 

 Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn, heldur hetta uppskotið frá andstøðuni skal síggjast í eini heild, og hon helt, at higartil hava andstøðuflokkarnir hava annað enn víst viljan til at samstarva við samgonguna. 

 

Floksfelagið hennara, Ruth Vang, heldur, at tey eiga at brúka hetta høvi til at viðgera málið Fíggjarnevndini og í hesum sambandi ber eisini til at kanna um tað ikki ber til at finna semju ímillum samgongu og andstøðu í øðrum máli.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin takkaði Ruth Vang fyri teir nýggju tónarnar, sum nú vóru at hoyra.