Leita á in.fo

Hesin sigldi upp á Skotland í nógv ár og nú vilja Suðuroyingar hava hesa rutuna aftur

Áki Bertholdsen 09.01.2019 (12:40)

Vilja hava regluligt ferðasamband ímillum Suðuroy og Skotlands

 Strandferðslan skal taka regluligu siglingina ímillum Suðuroynna og Skotlands upp aftur. Tað var eitt av málunum, borgarstjórarnir í Suðuroy førdi fram fyri Landsstýrinum á fundi nú ein dagin um støðuna í Suðuroy.

 

Í eini 20 ár, frá í sjeytiárunum til í nítiárunum sigldi Strandferðslan í fastari rutu ímillum Suðuroy og Skotland við gamla Smyrli. Og borgarstjórarnir í Suðuroy siga, at hendan rutan hevði sera stóran týdning fyri vinnulívið í Suðuroynni, bæði í samband við útflutning av fiskavørum, og í samband við innflutning av handilsvørum til handilslívið í Suðuroynni.

 

Fasta ferðasambandið til Skotlands var eisini ein nógv brúkt leið hjá ferðafólki og borgarstjórarnir ivast ikki í, at vinnulívið í Suðuroy hevur framvegis sera stóran áhuga í eini rutu sum hesari. Tað er lítið at ivast í, at hendan leiðin framvegis er ein sera áhugaverd leið hjá vinnulívinum í Suðuroy, og hjá føroysku ferðavinnuni sum heild, siga teir.

 

Fyri ferðavinnuna í Suðuroy, og ferðavinnuni í Føroyum sum heild, hevði ferðafólkasigling ímillum Skotland og Føroyar verið eitt munandi frambrot, sum hevði ført heilt nýggjar møguleikar fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroy, og í øllum Føroyum, við sær.

 

Tað tekur 10-12 tímar at sigla úr Suðuroynni til Scrabster í Skotlandi og Dennis Holm, borgarstjóri í Vági sigur, at í roynd og veru er tað heilt ótrúliga undarligt, at føroyingar ikki hava eitt beinleiðis samband við okkara nærmasta grannaland.

 

Dennis Holm vísir eisini á, at hesa seinastu tíðina er nøgdin av farmi, sum verður fluttur við Smyrli, vaksin so nógv, at tað knípur mangan hjá vanligum fólki at fáa bilin við. Sostatt heldur hann, at verður eitt skip útvegað til eina skotlandssigling, kundi tað eisini flutt nakað av farmi ímillum Suðuroy og Havnina fyri at lætt um trýstið á Smyrli.

 

Hann sigur, at eisini hesin møguleikin varð nevndur fyri Landsstýrinum á fundinum nú ein dagin og partarnir hava avtalað at hava fund aftur í næstum um ymisk viðurskifti, og tá skal eisini kunnast meiri um hendan møguleikan.

 

Vit hava meiri um hetta seinni. Eitt nú heldur stjórin á Strandferðsluni, at hetta er tað einasta, sum ordliga kann tryggja suðuroyingar ímóti, brádliga at liggja púra avbyrgdir frá meginøkinum í Føroyum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her