Vilja hava Sjóvinnuhúsið fyri á býráðsfundi

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð vilja hava málið viðvíkjandi Sjóvinnuhúsinum fyri á fyrstkomandi almenna býráðsfundi.

 

Tað ger minnilutin í Tórshavnar býráð greitt í skrivi til býráðið, har tey biða um at fáa mál fyri býráðið.

 

– Vit vilja hava, at málið fær eina almenna viðgerð á opnum býráðsfundi, har býráðslimir fáa møguleika at siga sína hugsan til almenningin í hesum máli, siga tey í brævinum.

 

Tey vilja hava at vita, um ætlanin at leiga ella selja Sjóvinnuhúsið og til hvønn.

 

– Er ætlanin, at Fróðskaparsetrið skal flyta inn í Sjóvinnuhúsið, og hevur Mentamálaráðið givið tilsøgn um leigu ella keyp av hesum bygningi? spyrja tey.

 

Minnilutin vil hava at vita, um hetta er ætlanin hjá núverandi meiriluta í býráðnum. Tey vísa á, at núverandi meirlutin annars hevði eina sera greiða meining áðrenn valið um Sjóvinnuhúsið, vestara bryggjukant og sjóvinnu, og at Sjóvinnuhúsið skuldi brúkast til vinnulig endamál burturav.

 

– Eingin sum fylgdi við í býráðsvalinum kann vera í  iva um, at størsti samgonguflokkur í býráðnum, Tjóðveldisflokkurin, tók avgjørda frástøðu frá, at Sjóvinnuhúsið skuldi hýsa hægri lestri.

 

Tey vísa á, at undan býráðsvalinum boðaði Tórshavnar Kommuna Mentamálaráðnum frá, at kommunan ikki er sinnað at fíggja umbygging av Sjóvinnuhúsinum.

 

– Formaðurin í vinnunevndini, Bogi Andreasen, sigur, at nú hevur húsið, sum ikki er liðugt enn, staðið tómt ivaleysa leingi. Kann formaðurin í Vinnunevndini greiða borgarum í Tórshavnar kommunu frá, hvat hann meinar við, og hvat hann ætlar við Sjóvinnuhúsinum?

 

– Hetta hava allar borgarar krav uppá at fáa at vita, siga tey seks í minnilutan í Tórshavnar býráð, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum.

 

Fyrsti regluligi býráðsfundur hjá nýggja býráðnum verður hóskvøldið.