fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.4m/s

Leita á in.fo

Tvøroyar Býráð góðtekur ikki, at Galaxy slapp at brúka Trongisvágsfjørð, ókeypis

Áki Bertholdsen 12.09.2017 (15:34)

Vilja ikki at Galaxy skal sigla ókeypis

Galaxy, sum sigldi fyri Strandferðsluna fyrr í ár, skal rinda havnagjald fyri at sigla inn og út eftir Trongisvágsfirði.

 

Tað halda tey í Tvøroyar Býráð, og tí eru tey nú farin eftir Strandferðsluni við rokningini.

 

Á býráðsfundi á Tvøroyri í gjár, varð samtykt at hava fund við stjóran á Strandferðsluna um málið, og fyrrenn tann fundurin hevur verið, verður ikki meiri gjørt við málið.

 

Tvøroyrar Býráð fær annars ikki havnagjald fyri Smyril. Tað vóru tey í Tvøroyrar býráð so ósamd í, at tey fóru heilt í landsrættin við málinum.

 

Men niðurstøðan hjá landsrættinum var, at Tvøroyrar Kommuna kundi ikki krevja gjøld fyri Smyril, tí Krambatangi er ein landshavn.

 

Og sakførarin hjá Strandferðsluni hevur boðað býráðnum frá, at dómur er fyri, at Tvøroyrar Kommuna ikki kann kreva slík gjøld frá Strandferðsluni, og tí kann Strandferðslan heldur ikki rinda fyri Galaxy.

 

Á býráðsfundi í gjár varð annars upplýst, at tað var longu í vár, áðrenn Galaxy fór at sigla, at tey boðaðu Strandferðsluni frá, at Galaxy skuldi rinda havnagjald. Men nú hevur so sakførarin hjá Strandferðsluni boðað frá, at býráðið hevur landsrættardóm fyri, at tað skal hon ikki.

 

Men í Tvøroyrar Býráð halda tey seg kortini hava góð kort á hondini. Tey vísa á, at tað, tey krevja Strandferðsluna at rinda, er havnagjald fyri Galaxy. Havnagjald er tað gjaldið, skip rinda fyri at brúka tær kommunalu tænastur, sum eru til taks, tá ið skip sigla út og inn eftir Trongisvágsfirði, og sum Galaxy eisini brúkar.

 

Hinvegin verður ikki krav, at Galaxy skal rinda brúgvagjald fyri at liggja við bryggju, og vørugjald fyri at lossa og lasta.

 

Og í Tvøroyar Býráð vísa tey eisini á, at dómurin í landsrættinum sigur ítøkiliga, at býráðið kann ikki krevja gjøld fyri Smyril. Tey staðfesta somuleiðis, at Galaxy er ikki smyril.

 

– Talan er um eitt heilt annað skip, og eitt heilt annað reiðarí, sum eigur skipið, og tí hevur Tvøroyrar Kommuna krav upp á at fáa havnagjaldið, sigur Tvøroyrar Býráð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her