Vilja ikki gevast

Møguleikin at stevna Fútan, verður nevndur, nú Tvøroyrar býráð ikki vil gevast í royndunum at bjarga skattgjaldaranum eina hálva millión

–Tað er skeivt at gevast, tí talan er um skattgjaldarans pengar.
 
Tað er niðurstøðan hjá Tvøroyrar býráð – og tí verður eisini arbeitt víðari við málinum.

Fyri fýra árum síðani varð sjógvurin framvið Bryggjuni á Krambatanga, og tað higartil kostað skattgjaldaranum á Tvøroyri eina hálva millión, tí Tvøroyrar Kommuna mátti rinda fyri at taka oljuna upp aftur.

Tvøroyrar Býráð vildi hava løgregluna at kanna, hvaðani oljudálkingin kom fyri at fáa endurgjdald, og niðurstøðan var, at tað vóru bara tveir møguleikar, Smyril og eitt útlendskt farmaskip.

Men málið er ikki uppklárað enn, og tey í Tvøroyrar Býráð geva løgregluni skyldina fyri tað.
Tey siga, at løgreglan sendi ikki royndirnar, sum vórðu tiknar av skipunum, til kanningar. Og ikki fyrrenn langt aftan á fingu tey í býráðnum at vita, at tað var tí at tað óvist, hvør skuldi gjalda fyri kanningarnar.

Tí er gátan óloyst tann dag í dag. Og nú hevur sakførarin hjá Kommununi, Jógvan Páll Lassen skrivað býráðnum bræv, har hann ger greitt, at eftir hansara tykki tænir tað ikki nøkrum endamáli at fara víðari við málinum, tí eingi prógv eru.

Men hann vísir eisini á, at eftir hansara tykki hevur løgreglan ikki útint sítt arbeiðið á fullgóðan hátt og hevur ikki verið nóg nágreinilig í sínum kanningararbeiði.

Og nettupp hesi orðini hjá sakføraranum leggja tey í býráðnum rættiliga stóran dent á, og á býráðsfundi á Tvøroyri í gjárkvøldið varð enntá nevnt at stevna fútan eftir eini hálvari millión.

Talan er um skattaborgarans pengar, og tí er tað skeivt at gevast við royndunum at fáa teir inn, er støðan í býráðnum.

Í fyrstu syftu hevur býráðið tó samtykt at biðja um fund við fútan at tosa um málið, og eftir tann fundin taka tey so støðu til, hvussu í so skal farast fram.