Leita á in.fo

Hetta er fallið nógvum fólkafloksfólkum fyri bróstið:Annika Olsen við fyrsta samkynda pari, sum er vígt í Føroyum

Áki Bertholdsen 06.12.2017 (09:35)

Vilja ikki góðtaka at Annika Olsen hevur gift samkynd

Tað hevur ikki verið kostnaðarleyst hjá Fólkaflokkinum, at Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, hevur gift eitt samkynt par.

 

Fyrr í ár broytti Løgtingið hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd kundu giftast borgarliga, og tann 6. september varð fyrsta, samkynda parið vígt í Føroyum, og tað var á ráðhúsinum í Havn, har Annika Olsen, borgarstjóri, stóð fyri vígsluni.

 

Men tað hevur tikið nógvum fólkafloksfólkum fast, og keldur í Fólkaflokkinum, vit hava tosað við seinastu tíðina siga, at tað eru eisini tey, sum vilja hava, at Annika Olsen verður koyrd úr flokkinum – ella fara tey.

 

Málið varð eisini reist á Landsfundinum hjá Fólkaflokkinum herfyri, har Jefri Justinussen helt, at hetta av eitt berglop av teimum stóru í flokkinum og at hereftir fór Fólkaflokkurin at vera mintur sum tann, ið gifti fyrsta samkynda parið í Føroyum. Og hann segði eisini, at hann fór at umhugsa sína støðu í flokkinum.

 

Ingi á Smið í Kaldbak hevði sent Fólkaflokkinum bræv, sum hann vildi hava lisið hart á landsfundinum. Í brævinum harmaðist hann um, at ein limur í fremstu røð í Fólkaflokkinum hevur vígt eitt samkynt svar. Men hann gjørdi greitt, at tað umboðar ikki tann Fólkaflokkin, hann hevur stuðlað alt lívið.

 

Hann bíðaði nú eftir, at leiðslan í Fólkaflokkinum alment tekur frástøðu frá hesum, men er svarið frá floksleiðsluni ikki nøktandi, fer hann at umhugsa sína støðu í flokkinum.

 

Ein annar veteranur í Fólkaflokkunum, Jógvan K. Mørkøre, segði, at í hesum máli má støðan hjá flokkinum vera glasklár, tí samkynt hjúnalag er eitt mark, sum fólkafloksfólk ikki góðtaka, at farið verður um.

 

Jørgen Niclasen, floksformaður, staðfestir, at floksleiðslan hevur ongantíð blandað seg upp í arbeiðið hjá politikarum í kommunustýrunum.

 

Hann greiddi frá, at at Annika Olsen var uttanlands og slapp tískil ikki á landsfund. Men hann segði, at hetta er eitt mál, tey fara at viðgera innanfloks, tí tað er ikki teirra arbeiðsháttur at viðgera slík mál alment, og tað er ikki teirra stílur, at limir í flokkinum koma við almennum fráboðanum ímóti hvørjum øðrum.

 

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Anniku Olsen. Hon harmast um støðuna, men hon fer ikki halda uppat at gifta samkynd pør.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her