Leita á in.fo

Mynd: Sunda kommuna

Pætur Hjalmar Evensson 09.02.2019 (11:00)

Vilja kveikja áhuga fyri gomlu hvalastøðini

Fólk úr Sundalagnum hava nú tikið stig til eina áhugasíðu á facebook til frama fyri Hvalastøðina við Áir. Endamálið við síðuni er at kveikja áhuga fyri hvalastøðini við Áir og at savna tilfar, myndir, minnir o.a. um hvalastøðina.

 

Vísir tað seg, at áhugi er fyri hesum, er ætlanin seinni at seta á stovn eitt áhugafelag, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.

 

Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin varð sett á stovn í 1905 og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her