fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Ynskið er at fáa eitt búmerki, sum á einfaldan hátt lýsir Sjóvar kommunu.

Vilmund Jacobsen 11.07.2018 (13:51)

Vilja nú hava nýtt búmerki

Sjóvar kommuna hevur nú skrivað út kapping um nýtt búmerki til kommununa, og ynskið hjá kommununi er at fáa eitt búmerki, sum á einfaldan hátt lýsir Sjóvar kommunu.

 

- Tað stendur fólki frítt í at velja litir og snið. Navnið Sjóvar kommuna skal tó varðveitast og skal kunna brúkast saman við ella í búmerkinum.

 

Víst verður á, at nýggja búmerkið skal kunna brúkast á eitt nú brævpappíri, heimasíðuni, bygningum, bilum og øðrum. Uppskotið skal verða í litum, men skal eisini kunna brúkast svart/hvítt.

 

- Uppskot skulu verða í A4 stødd og leggjast í ein brævbjálva við frámerki á. Tað hevði eisini verið gott, um frágreiðing fylgdi uppskotinum um, hví júst hetta búmerki er hóskandi til Sjóvar kommunu.

 

Neyvari frágreiðing kann lesast um búmerkjakappingina á heimasíðuni - www.sjovarkommuna.fo  - og seinasta freist at senda inn uppskot er hin 1. september 2018.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her