Vilja nú sleppa at velja borgarstjóra í Havn

Nýggi meirilutin í Tórshavnar býráð vil hava Heðin Mortensen at kalla býráðið saman nú, so tað kann skipa seg við at velja Anniku Olsen til borgarstjóra.

 

Sambært grein 26 stykki 3 í kommunuvallógini, so er tað fyrstvaldi býráðslimur, sum kallar nýggja býráðið saman. Tað skal hann gera, so býráðið skal skipa seg í seinasta lagi 31. desember, tí nýggja býráðið tekur við 1. januar.

 

Fyrstvaldi býráðslimur er tann persónur, sum á listanum við flestum atkvøðum – fekk flestar atkvøður.

 

Javnaðarflokkurin fekk á býráðsvalinum 4.764 atkvøður, sum svarar til 39,2 prosent. Og flestar atkvøður á javnaðarlistanum fekk Heðin Mortensen, sum fekk 2.506 persónligar atkvøður.

 

In.fo hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Anniku Olsen í morgun, men hon tekur ikki telefonina. Men Heðin Mortensen váttar, at hann hevur fingið eina slíka áheitan.

 

– Eg havi ikki tikið støðu til tað enn. Fyrst skulu vit avgreiða fíggjarætlanina fyri komandi ár, sum vit hava arbeitt við seinastu dagarnar, so taki eg støðu til tað aftaná, sigur Heðin Mortensen.

 

Á býrásðfundi í kvøld skal Tórshavnar býráð samtykkja fíggjarætlanina fyri 2017.

 

---

 

Niðanfyri sæst í hvørji nummarrøð teir 13 býráðsliminir í Havn vórðu valdir á valinum 8. november í ár:

 

1.

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin

2.506 atkvøður

2.

Gunvør Balle

Tjóðveldi, Tjóðveldi

514 atkvøður

3.

Tróndur Sigurðsson

Javnaðarflokkurin

676 atkøvður

4.

Marin Katrin Frýdal

Tjóðveldi

468 atkøvður

5.

Annika Olsen

Fólkaflokkurin

332 atkøvður

6.

Bjørghild Djurhuus

Javnaðarflokkurin

218 atkøvður

7.

Annfinn Brekkstein

Sambandsflokkurin

366 atkøvður

8.

Helena Dam á Neystabø

Javnaðarflokkurin

145 atkvøður

9.

Jákup Dam

Tjóðveldi

417 atkøvður

10.

Bergunn Kass

Framsókn

188 atkøvður

11.

Halla Samuelsen

Javnaðarflokkurin

143 atkvøður

12.

Turið Horn

Tjóðveldi

385 atkvøður

13.

Bogi Andreasen

Fólkaflokkurin

303 atkøvður

 

 

Úrslitið á valinum í Havn eftir fínteljingina var hetta:

 

(fíntalt)

Kommunuval 8. november

 

 

 

Flokkur

Atkvøður

%

Vald

 

A.

Fólkaflokkurin

1.659

13,7

2

B.

Sambandsflokkurin

1.209

9,9

1

C.

Javnaðarflokkurin

4.764

39,2

5

E.

Tjóðveldi

3.378

27,8

4

F.

Framsókn

1.094

9

1

G.

Uttanflokkalistin

48

0,4

0

Atkvøður  

 

12.197

 

Blankar/Ógild.

Valrætt/Valluttøka  

 

15.340

79,50%

37/8