Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 11.10.2018 (14:01)

Vilja sleppa at siga sína meining

Verður uppskotið hjá Kristinu Háfoss samtykt, fer tað at fáa álvarsligar fyri ferðavinnuna. Tað sigur Vinnuhúsið, nú ætlanin er at broyta treytirnar, tá ið bilar, sum bilasølur, ferðavinnufeløg, og onnur, keypa at leiga út til viðskiftafólk, selja teir aftur.  

 

Í teimum førum, har bilar, sum verða keyptir sum leigubilar, og leigaðir út í seks mánaðir, til mist 10 ymsar leigarar, og síðani verða seldir, rindar eigarin ikki mvg av øllum søluprísinum, men einans av vinninginum, og sostatt verða teir seldir lutfalsligu bíliga. Men nú er ætlanin, at broyta lógina so at mvg skal rindast sum vanligt.

 

Fíggjarmálaráðið hevur ikki sent uppskotið til hoyringar, áðrenn tað var borið í Løgtingið, tí Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur sagt, at tað er ikki vanligt í slíkum málum. Verður tað sent til hoyringar, kann tað elva til speculation, soleiðis, at nógvir bilar verða keyptir til lógin kemur í gildi. Tí fær lógin gildi frá tí degi, uppskotið varð lagt fyri Løgtingið.

 

Men nú ger Vinnuhúsið vart við, at tey í Ferðavinnufelagnum vilja fegin sleppa á fund at greiða frá, hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa fyri ferðavinnuna.

 

Og avleiðingarnar verða álvarsamar, sigur Vinnuhúsið. Í løgtinginum varð nevnt, at núverandi lóg gjørdi, at tey, sum leigaði bilar til ferðafólk, og høvdu brúk fyri nógvum bilum í summarhálvuni, kundi selja teir um veturin fyri at skerja útreiðslurnar, fyri síðani at fáa nýggjar bilar, tá ið summarið nærkast aftur.

 

Verður ætlaða lógaruppskotið samtykt, fer tað at avmarka hendan møguleikan og fer at elva til, at tað vera ov fáir leigubilar, og teir, sum eru, verða gamlir. Samstundis verða allir leigubilar, sum verða seldir, 25 prosent minni verdir, tí nú skal mvg rindast av søluni, og tað kann vera mønustingurin hjá nógvum í ferðavinnuni, sum leiga bilar út.

 

Onkur førdi fram, at longu nú er tað so stórt trot á leigubilum, at tey høvdu sæð ferðafólk, sum ongan bil fingu til leigu, uttan ein gamlan pick-up. Verður hetta samtykt, fer útboðið av leigubilum at minka munandi.

 

Tingfólk halda, at eru tað bilasølur, sum gera sær dælt av skipanini, og misbrúka hana til at selja bíligar bilar, er tað eitt mál fyri Taks og fyri løgregluna.

 

Kristina Háfoss sigur, at hetta fer ikki at ávirka ferðavinnuna, tí tey kunnu útvega sær leigubilar sum vant. Einasti munur er, at tá ið bulurin verður seldur, skal keyparin nú rinda mvg av prísinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her