Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.12.2018 (08:20)

Vilja trekkja tenninar úr fakfeløgunum

– Nú er tann seinasti skansin í vanda fyri at fella. Soleiðis taka fimm av teimum stóru fakfeløgunum nú til í eini almennari fráboðan. Og samstundis ávara tey ímót útsagnunum hjá summum politikarum.

 

Tey fimm fakfeløgini eru Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.

 

Tey halda nevniliga at útsagnirnar hjá nøkrum politikarum er ein beinleiðis hóttan ímóti aldargamla verkfalsrættinum hjá fakfeløgunum.

 

Tey sipa til útsagnirnar frá arbeiðsgevarum í sambandi við nøkur av teimum seinastu verkføllunum, sum hava verið, tí hvørja ferð hava arbeiðsgevarar ført fram, at lív og heilsa hjá fólki varð sett í váða. Tað hendi tá ið pedegogarnir vóru í verkfalli, tað hendi, tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli, og tað hendi aftur nú, ljósmøðurnar vóru í verkfalli.

 

Hvørja ferð hava politikarar ført fram, at nú mugu vit fáa eina skipan, sum forðar fyri, at hetta ikki hendur aftur og ein máti er at skipa eitt óheft ráð, sum skal taka støðu til, hvørji undantøk skulu gerast í einum verkfalli. Tosað hevur eisini verið um at skipa nøkur størv í hvørjum starvsbólki sum størv í minna um gomlu tænastumannastørvini, tí so kunnu tey ikki fara í verkfall.

 

– Tað, politiski myndugleikin í roynd og veru vil, er, at tað skulu verða so nógv undantøk í einum verkfalli, at fakfeløgini missa vald, tí so fara verkføllini ikki fara at raka nóg meint. Við ørðum oðrum vil politiska skipanin úthola verkfalsrættin við undantøkum, siga tey fimm fakfeløgini.

 

Tey leggja afturat, at samstundis leggur politiski myndugleikin alla ábyrgd fyri lív og heilsu hjá fólki, á arbeiðstakararnar. Men tey vísa á, at tað bara ein, ið hevur ábyrgd av lív og heilsu hjá føroyska borgarunum, og tað er sjálvandi politiski, er páhaldið hjá fakfeløgunum.

 

– Tað er púra misskilt, at ábyrgdin liggur hjá arbeiðstakarunum. Tað er ikki tað einstaka starvsfólkið á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum hevur evstu ábyrgd av lívinum og heilsuni hjá borgarunum í hesum landinum. Tað er politiski myndugleikin, sum hevur ábyrgdina. Og bara politiski myndugleikin, siga tey.

 

– Tað er eisini ein andsøgn í, at leggja ábyrgdina fyri lív og heilsu hjá borgarunum á arbeiðstakaran, men samstundis ikki vilja gjalda teimum eina hóskandi løn fyri hesa ábyrgd, leggja tey afturat.

 

Tey halda, at ein trupulleiki í Føroyum er, at samráðingarnar verða misbrúktar politiskt. Tað vil siga, at almenni lønmótakarin verður offraður í eini politiskari fíggjarligari telving, tí hugsað verður eisini um landsbúskapin sum heild.

 

– Verkfall er dýrasta stríðsstigið hjá arbeiðstakaranum at brúka í royndini at fáa semju og sostatt er verkfall eisini altíð tann seinasti møguleikin, arbeiðstakarar taka til.

 

Tey fimm fakfeløgini halda, at tað tykist sum um, at politiska skipanin hevur gloymt, hví arbeiðstakarar hava hendan rættin og vilja útholað verkfalsrættin við undantøkum. Men so fara komandi verkføll í roynd og veru onga ávirkan at hava og avleiðingin verður, tey fara at verða nógvar ferðir drúgvari enn í dag.


Les meiri um sjónarmiðini hjá fakfeløgunum, her: Seinasti skansin í vanda fyri at fella


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her