Leita á in.fo

Fylkisformaðurin í Finnmørkini, Ragnhild Vassvik, sigur seg vera væl nøgda við valluttøkuna, og hon fegnast um úrslitið.

Vilmund Jacobsen 16.05.2018 (12:52)

Tvinga Troms og Finnmørk saman

Fólkið í Finnmørkini hevur við eina fólkaatkvøðu sagt eitt rungandi nei til fylkissamlegging við Troms í 2020, soleiðis sum norska stjórin og stórtingið hava gjørt av.

 

Heili 87 prosent av teimum, sum vóru á fólkaatkvøðu í Finnmørkini, søgdu nei, og vallttøkan var 58 prosent.

 

Fylkisformaðurin í Finnmørkini, Ragnhild Vassvik, sigur seg vera væl nøgda við valluttøkuna. Hon vísir á, at um øll tey, sum ikki vóru á fólkaatkvøðu, høvdu atkvøtt ja til samanlegging, hevði úrslitið kortini verið eitt nei.

 

Í heili 14 kommunum í Finnmørkini atkvøddu 90 prosent og fleiri nei til samanlegging.

 

Um Troms og Finnmørkin løgdu saman, hevði fylkið landafrøðiliga verið landsins størsta við 100 fjórðinga fjarstøðu millum Harstad og Kirkenes.

 

Ráðharrin í norsku stjórnini, sum umsitir kommunurnar, Monica Mæland, sigur, at fólkaatkvøðan broytir ikki ætlanina hjá stjórnini um samanlegging.

 

Hon vísir á, at stórtingið hevur samtykt samanlegging millum Troms og Finnmørkina, bæði í hesi og farnu tingsetu, og mótstøðan móti samanlegging var væl kend, tá stórtingið gjørdi sína samtykt.

 

- Men, stjórnin noyðist sjálvandi at fyrihalda seg til avgerðina í stórtinginum, og tað noyðast Troms og Finnmørkin eisini. Vit hava ikki eina politiska skipan, har lokalar fólkaatkvøður yvirspæla avgerðir í stórtinginum, sigur Monica Mæland.

 

Men, tað eru eisini politikarar í norska stórtinginum, sum vilja royna at broyta avgerðina um samanlegging av norðastu fylkjunum í Noregi við tvingsli.

 

Millum hesar er eitt nú leiðarin í norska Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre, sum heldur tað vera skeivt at leggja fylkini saman við tvingsli, og tí heitir hann á stjórnarflokkarnar um at broyta samtyktina um samanlegging.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her