fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.09.2018 (12:59)

Sonja: Hví ruddar løgmaður ikki kalendaran

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkstingkvinna, leggur ikki fingrarnar ímillum í seinasta lesarabrævi sínum um íbúðarneyðina hjá føroyskum barnafamiljum.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Eygðunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og allur Javnaðarflokkurin fáa ein ábreiðslu frá fyrrverandi javnaðartingkvinnuni.

- Har er ongin vilji til at seta seg niður og finna alternativar loysnir til tann átrokandi trupulleikan. Vit kunnu ikki í bestu tíðum í Føroyum liva við heimleysum barnafamiljum, skrivar Sonja Jógvansdóttir.

 

Hon heldur, at ávaringarnar frá heilsusystrunum, sum stóð at lesa í Sosialinum mikudagin, áttu at fingið bæði løgmann og landsstýriskvinnuna í almannamálum at rudda kalendaran, so tey kundu halga seg arbeiðinum at finna eina loysn á akutta tørvinum.

- Men tað gera tey ikki! Ístaðin átaka tey sær retorikkin hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, sum ikki heldur tað verða nakran trupulleika, at fólk eru heimsleys, so longi tølini í excel-arkinum síggja pen út, sigur hon.

 

Hon sigur, at trupulleikin er, at leiðsla landsins ikki sær neyðina, sum fólk eru í, tí at tølini í excel-arkinum í fíggjarmálaráðnum síggja so gott út.

 

- Eg kann slett ikki ímynda mær, hvussu sárt tað er hjá hesum familjum at verða so yvirsædd av politiska myndugleikanum, sigur hon.

 

Tingkvinnan sigur seg vera fullgreiða yvir, at hetta er eitt stórt mál, sum ikki er lætt at loysa, men hon saknar kortini, at okkurt ítøkiligt verður gjørt.

- Hví verður ikki innkallað til politiskan kreppufund um støðuna hjá teimum í bústaðarneyð? Hví verður kalendarin ikki ruddaður hjá løgmanni og landsstýriskvinnuni, so tey kunnu halga seg arbeiðinum at finna eina loysn á tí mest akutta tørvinum? Hví kemur onki signal frá politisku skipanini til hesar kroystu familjurnar um, at vit síggja tykkum, viðurkenna tykkara trupulu støðu og lova, at tað ikki verður helma í, fyrr enn vit finna loysnir? Hvussu longi skulu hesar familjur bíða eftir, at Javnaðarflokkurin tekur sína egnu hugsjón í álvara, og fer at verða nakað fyri tey fólkini, sum hava mest brúk fyri, at teirra støða verður tikin í álvara, spyr hon.

 

- Verður onki gjørt, so er tað snøkt sagt tí, at politiska skipanin ongan trupulleika hevur av, at familjur og børn eru heimleys ella liva í dýrum soppafongdum heilsuskaðiligum kjallaraíbúðum, sigur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokstingkvinna.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her