Leita á in.fo

Byrgingin um Haraldssund er nú opin aftur

Áki Bertholdsen 07.12.2017 (16:27)

Vindurin er hæsaður av – men nú verður hálari

Hesa seinastu løtuna er broddurin farin av ódnini, sum hevur ligið yvir okkum síðani tíðliga í morgun. Men Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, leggur dent á, at fyri tað er tað als ikki vandaleyst at koyra ímillum bygdir. Tilmæli um ikki at koyra uttan at tað er neyðugt, stendur sostatt við. 

 

Eitt er, at tað er framvegis rættiliga nógvur vindur. Eitt nú er tað framvegis rættiliga strangt í Gøtudali og somuleiðis er eisini harðar hvirlur nógva aðrastaðni í landinum. Bæði á Velbastaðhálsi, í Kollafirði, á Viðareiðisvegnum, á Fámjinsvegnum og í Kaldbaksbotni, er tað framvegis yvir 30 metrar um sekundið í hvirlunum.

 

Tað er framvegis ikki koyrandi á Gjáarvegnum, Oyndarfjarðarvegnum og Oyggjarvegnum, men byrgingin um Haraldssund er opin aftur. Árni Jacobsen sigur, at nú er tað fjarðað aftur, so vandi fyri at grót kemur upp á vegin, er munandi minni. Men bilførarar verða bidnir um at vísa størsta varsemi, sigur hann.

 

Men Árni Jacobsen sigur, eitt eitt, sum framvegis ger koyring vandamikla, er, at nú verður tað kaldari, og hóast tað hevur verið hált fleiri staðni í dag, er útlit fyri, at tað verður nógv hálari sum frálíður.

 

– Og vindur og hálka er ein ring samanseting, tá ið tú skalt koyra bil, sigur økisleiðarin hjá Landsverki.

 

Hann sigur, at tað hevur verið lítil ferðsla í dag og tað tekur hann sum um, at bilførarar hava tikið ávaringarnar ímóti at koyra, til sín, og tað fegnast hann um, tí tað hava mangan verið trupulleikar av tí.

 

Annars hava tey stúrt fyri degnum í dag, tí eftir ferðaætlanini skuldi Norrøna sigla í kvøld, og tískil eru altíð rættiliga nógvir, stórir treylarar á vegnum hósdagar. Men Norrøna framskundaði fráferðina til í gjár, og sostatt hava stórir bilar eisini verið ein rárasta sjón á vegnum í dag, so tey hava ongan ampa havt av tí í dag, sigur Árni Jacobsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her