Vinningsbýtið hjá BankNordik er í fínasta lagi

Tað segði Henrik Lind, størsti privati íleggjarin í BankNordik, tá Sosialurin hitti hann í sambandi við aðalfundi hjá BankNordik fyrr í mánaðinum.

 

Henrik Lind er stjóri í Lind Invest, sum eigur 10 prosent av partapeninginum í BankNordik. Tað gevur honum 10 prosent av atkøvðunum á aðalfundi bankans – tað sama um Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur, hóast hann eigur 34 prosent av bankanum. Viðtøkurnar siga, at eingin partaeigari kann hava størri ávirkan enn svarandi til 10 prosent av partapeninginum.

 

– Vinningsbýtið er fult í tráð við gongdina í bankanum. Bankin eru skert fleiri aktivitetir sum ger, at nú er ikki neyðugt at hava so nógvan kapital. Tryggingarparturin í Íslandi er seldur frá, og vinnuparturin í Danmark er skerdur. Alt hetta ger, at tað er ikki neyðugt at varðveita so nógvan kapital í bankanum, segði Henrik Lind við Sosialin 4. apríl í ár.

 

Hann varð spurdur, tí at Kristina Háfoss hevði funnist at bankanum alment fyri at gjalda út 300 milliónir krónur í vinningbýti heldur enn at nýta teir at konsolidera bankan.

 

Nú hava atfinningarnar hjá landsstýriskvinnuni fingið avleiðingar fyri nevndarlimirnar í Fíggingargrunninum, sum ikki eru afturvaldir. Tí er eisini hugsandi, at Rúni Vang Poulsen, sum er ein av frákoyrdu limunum í Fíggingargrunninum, heldur ikki verður valdur aftur í bankanevndina á næsta aðalfundi bankans.