Vinnuferðavinnan skal til Havnar

Tórshavnar kommuna og Visit Faroe Islands skulu draga vinnuferðandi til Havnar


Visit Faroe Islands, Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn hava í dag undirskrivað eina samstarvsavtalu um at fáa fleiri vinnuferðavinnutiltøk til Føroyar og Havnar.

 

Miðað verður eftir, at 15 vinnuferðavinnutiltøk verða sett á skrá í 2019, 20 í 2020 og 25 í 2021.

 

Í sáttmálanum stendur millum annað, at Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands í seinasta lagi í apríl 2019 skulu hava fingið samstarvið um vinnuferðavinnu skipað. Málið er at økja munandi um tiltøk innan vinnuferðavinnu í kommununi langskygt. Í 2019 skal ein ætlan gerast við málum og lutmálum fram til 2025.

 

Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn seta hvør sítt fólk av til at arbeiða burturav við vinnuferðavinnu, og Tórshavnar kommuna umsitur stuðulsjáttanir og móttøkur í sambandi við vinnuferðavinnulig tiltøk, skrivar kommunan.

 

Herfyri vóru Annika Olsen, borgarstjóri, Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini, Anfinn Brekkstein, býráðslimur, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri og Eva Bennicke, samskipari í kommununi í Dubai at kunna seg um vinnuferðavinnu.