fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 0°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Ólavur Jakobsen á gittar og Monika Stauss á violin fara at framføra tónleik av alskyns slag á Hellunum í annaðkvøld.

Vilmund Jacobsen 19.04.2017 (21:59)

Violin og gittari á Hellunum

Hóskvøldið 20. apríl klokkan 20 verður konsert í húsunum hjá Lamba Símuni á Hellunum. Monika Stauss á violin og Ólavur Jakobsen á gittar fara at framføra tónleik av alskyns slag.

 

Monika og Ólavur hava spælt saman seinastu 15 árini, og tey hava ferðast víða. Tvær ferðir hava tey verið í USA, og seinast tey vitjaðu har yviri høvdu tey konsertir í Tuscon í statinum Arizona.

 

Aðrar konsertferðir eru í umbúna, og longu næsta vár gongur leiðin til Sveits at framføra.

 

Men, tey hava eisini spælt dúgliga her í Føroyum, og konsertirnar hava verið væl fagnaðar. Tey bæði stremba eftir at geva áhoyrarum eina góða uppliving við spennandi tónleiki, og tey siga nøkur orð um tað, ið spælt verður.

 

Á Hellunum verða tónar eftir meistarar sum Paganini og Kreisler at hoyra, og eisini verður okkurt føroyskt á skránni. Konsertin varir slakan tíma, og atgongumerki fáast til keyps við dyrnar.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og høvi verður eisini til ein drekkamunn, siga tey bæði, Monika Stauss og Ólavur Jakobsen, sum altso framføra á Hellunum í annaðkvøld.