Virðið tey veikastu í samfelagnum

Almenn áheitan til politikkarar, um við lóg, at tryggja tey veikastu í samfelagnum móti kensluleysum, køldum og kyniskum fakfelagsformonnum.

 

Tey veikastu í samfelagnum verða gloymd, niðurpínd og skúgvað til viks í høðrum lønarsamráðingum - og hetta góðtaka øll, eisini tey annars bræðneggjaðu fyristøðufólkini í avvarðandi feløgum kring landið, sum ikki við einum orði hava átalað hesa vanlukkiligu støðu.

 

Politiska skipanin má tryggja øllum borgarum í føroyska samfelagnum livilig kor - ikki bara sjúkrarøktarfrøðingum, pedagogum og øðrum starvsbólkum. Støðan hjá teimum veikastu í samfelagnum er sera vánalig, og tað er hetta verkfallið somuleiðis próvfast dømi um.

 

Tað er syrgiligt at staðfesta, at eingin tykist harmast um tað sera harðrendu framferðina hjá Jógvani Philbrow, formanni í Pedagogfelagnum, har tey veikastu í samfelagnum eru tikin gíslar í hesi lønarósemjuni, og tað verður lagt ógvusliga eftir hesum veika samfelagsbólki, sum ongan góðan tykist eiga.

 

Púra samvitskuleyst, kalt og kyniskt verða áralangar viðgerðir eftir fáum døgum brotnar niður, og sjúklingurin ella fólkið við serligum avbjóðingum, fær stórt afturstig bæði kropsliga og sálarliga. Ja stórt mein fyri restina av lívinum.

 

Foreldur og avvarðandi hava barst og stríðst fyri, ofta í áravís, til tess at fáa nøktandi viðgerð og umstøður til t.d. børn og ung við serligum tørvi.

Tað sær ikki út til, at nakar gevur sær far um ta truplu støðu, hesar familjur eru í.

 

Tá ið so harðliga verður farið fram, av formanninum í Pedagogfelagnum mótvegis hesum samfelagsbólki, so má tað vera eitt krav til politikarar og avvarðandi myndugleikar um við lóg at tryggja, at hesin samfelagsbólkur ikki verður viðfarin á slíkan vanærisligan hátt í øðrum komandi verkføllum.

 

Jónvá Danielsen