fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Virgar Joensen fekk flestar nátungar í vertíðini í ár og gjørdist sostatt nátakongur í Nólsoy. Mynd: Evy T. Nielsen.

Vilmund Jacobsen 16.09.2018 (17:29)

Virgar gjørdist nátakongur

Leygarkvøldið skipaðu nólsoyingar fyri stórari nátaveitslu í Ungmannafelagshúsinum Royndini, har ikki færri enn 150 fólk høvdu teknað seg.

 

Her var góður matur - sjálvsagt við nátunga sum høvuðsrætti, og her var rabarbugreytur omaná. Á skránni var eisini sangur, tónleikur og skemt.

 

Nólsoyingar eru óførir at skipa fyri, og tey duga sera væl at syrgja fyri, at øll - eisini avbygdafólk - kenna seg vælkomin á slíkari veitslu.

 

Á nátaveitsluni varð eisini ársins nátakongur 2018 í Nólsoy avdúkaður, og nátakongur gjørdist Virgar Joensen, sum fekk flestar nátungar av nólsoyingum í ár.

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her