fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 09.09.2017 (11:01)

Vís mær tína tatovering av barnanavninum

Á leið helmingurin av teimum, sum fáa sær tatovering velja okkurt, sum hevur við børn teirra at gera. Tað veri seg navn, føðidato, okkurt sum børnini hava teknað ella prent av fótinum ella hondini á barninum. Les: Tatoveringar: Barnanøvn væl umtókt

 

Les eisini: Guðrun Anna Vestergaard  og Poula-Mari Clementsen og Elin Johnsdóttir og Anja Højgaard

 

Vit hava í eina tíð varpað ljós á tatoveringar av barnanøvnum, og vit hava nú sett 26 ára gomlu Daimi Lind Poulsen úr Vestmanna nakrar spurningar um tatovering hennara.

 

 

Hvørjar hugsanir gjørdi tú tær, áðrenn tú fekst tær tattoveringina?

Mær dámar sera væl tatoveringar, og mær dámar serliga tatoveringar, ið hava týdning fyri ein, tískil valdi eg at fáa navni á døtturini á armin. Eg fann mær íblástur á netinum og hjá tatovørinum Dia Jacobsen.

 

 

Hví valdi tú júst hetta motivið?

Eg valdi, at tatoveringin skuldi vera eitt hjarta av tí, at eitt hjarta symboliserar kærleika. Somuleiðis valdi eg navnið og føðidato hjá døtturini, tí hon hevur størsta týdning fyri meg.

Tattoveringin er eitt hjartað, har navnið á dótturini og føðidato hennara er ein partur av hjartanum. Eg valdi hesa tatoveringina tí hjartað symboliserar kærleika, og tatoveringin vísir kærleikan, ið eg havi til dóttur mína.

 

 

Hví er tað umráðandi, at fáa navnið á barninum á kroppin?

Eg haldi, at tað er vakurt við tatoveringum. Serliga tatoveringum, ið hava nakað at siga fyri ein. Eg haldi, at navnið á barninum, ið er tað týdningarmiklasta fyri ein, er nakað av tí vakrasta, sum ein kann prýða kroppin við, um man er til tatoveringar.

 

 

Hevur tú aðrar tatoveringar, og ætlar tú tær fleiri?

Ja eg havi tríggjar aðrar. Nakrar stjørnur á fótinum og á herðablaðnum, og ein summarfugl á síðuni á búkinum, sum er ein systra tatovering, og hana eri eg eisini sera glað fyri. Eisini ætli eg, at nøvnini á komandi børnum mínum skulu á kroppin.