fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 4.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 19.05.2017 (17:34)

Vís mær tína tattovering: - Havi fingið mær leyvuna

TattFest byrjar klokkan 14.00 í dag heldur fram alt vikuskiftið til sunnukvøldið. Tað er til hetta tiltak, at ung sum eldri fara at fáa sær tattoveringar av onkrum av teimum nógvu tattovørunum, sum vitja Føroyar hetta vikuskiftið.

 

 

Í tí sambandi hava vit spurt nøkur fólk, hvørjar tattoveringar tey hava og hví. Lissi Mouritsen, hárfríðkanarkvinna í Havn, er ein teirra, sum hevur fingið sær fleiri tattoveringar. Á vinstra undirarmi hevur hon ein kross.

 

 

- Teir eru ráir og kul og so symbolisera teir eisini styrki, sigur Lissi um orsøkina til valið. Á miðfingrinum á vinstru hond hevur hon hennara stjørnutekin, sum er ein leyvan.

 

 

- Eg eri errin av at vera leyva, sum er krútsterk. Eg haldi eisini tað riggar væl at hon stendur saman við mínum ringum, sigur Lissi Mouritsen.

 

 

Og eitt, sum hevur verið væl umtókt seinastu árini er, at fáa sær tattoveringar við nøvnini á børnunum. Tað hevur Lissi eisini fingið sær, tó ikki í vanligu formi.

 

 

- Eg havi fingið mær fornøvnini á synunum á høgra undirarmi í hebraiskum bókstavum. Tað er kærleiki, sum varðar alt lívið, sigur Lissi Mourtisen og staðfestir, at í øllum førum ein tattovering kemur aftrat. 

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her