Víst er munur á – nógvar ábøtur framdar

Nú verður ført fram, at eingin munur er á sitandi samgongu og so høgrasamgonguni, sum varð frávald fyri 14 mánaðum síðani, og at tað í roynd og veru ikki hevur nakran týdning, hvør situr við politiska valdið.

 

Avsendarin av hesum boðskapi er ein vónbrotin Annlis Bjarkhamar, og orsøkin er, at sitandi samgonga, møguliga saman við embætisverkinum, sambært avsendaranum hevur svikið børn í fátækraváða, og at hvørki vit politikarar ella embætisverkið hava nakra ábyrgdarkenslu.

 

 

Fleiri ábøtur gjørdar

Eingi miðvís stig eru tikin, og ongar ætlanir eru lagdar fyri, hvussu vit basa fátækradøminum,, skrivar Bjarkhamar. Hetta er snøgt sagt ikki rætt, tí fleiri ábøtur eru gjørdar, sum høvdu verið óhugsandi undir eini høgrasinnaðari samgongu.

 

Skattalættin til lág- og miðallønt merkir, at ein persónur við lágari inntøku fær á leið 600 krónur fleiri at liva fyri um mánaðin.

 

Familjuískoyti er veitt útivið 300 familjum. Tey allarflestu, sum fáa hetta ískoyti, eru støk foreldur. Hevur ein støk mamma við lágari inntøku tvey børn, fær hon við familjuískoytinum 18.000 kr. fyri fyrsta barnið og 5.000 kr. fyri annað barnið. Hetta merkir, at hon fær 23 túsund skattafríar krónur fleiri at liva fyri um árið.

 

Barnafrádrátturin fyri børn undir skúlaaldur hækkar komandi ár. Og í fleiri kommunum er tað nú munandi bíligari at hava børn í barnagarði, tó at hetta er eitt øki, sum kommunurnar sjálvar umsita.

 

Kringvarpsgjaldið vendir nú rættari, tí at tað er tengt at vaksnum persónum í einum húsarhaldi. Hetta merkir, at har ein vaksin er í húsarhaldinum, kostar kringvarpsgjaldið helvtina av tí, sum tað higartil hevur kostað. Ein broyting, ið ger mun, í øllum førum hjá undirritaðu, hóast eg eri langt frá at vera í fátækraváða.

 

 

Tað longra og drúgvara takið

Arbeiðið at geva fólki umstøður til at koma úr fátækradømi er eisini eitt arbeiði, sum tekur tíð.

 

Útbúgving er umráðandi fyri framtíðar atgongd til arbeiðsmarknaðin og fyri inntøku, og á hesum økinum eru vit eisini á rættari leið. Við útbúgvingarstuðli í 12 mánaðir til støk foreldur undir útbúgving hevur samgongan gjørt tað høgligari hjá støkum foreldrum at taka útbúgving. Útbúgvingarstuðulin til lesandi er hækkaður, og arbeitt verður við at útvega bústaðir til teirra, sum eru undir útbúgving.

 

Vaksnamannaútbúgving skal geva vaksnum fólki møguleika at taka útbúgving og harvið betri atgongd til arbeiðsmarknaðin og betri lønt størv, og hetta arbeiði er í gongd.

 

Eitt annað stórt og týðandi tak er at at útvega fólki tak yvir høvdið fyri líkinda kostnað. Hetta er eitt drúgt arbeiði, men samgongan raðfestir hesa stóru avbjóðing, millum annað við at útvega Bústøðum betri fíggingarmøguleikar. 

 

 

Vónbrot skal valdast

Eftir einum ári eru vit framvegis ikki komin á mál, men at pástanda, at tað ikki ger mun, hvør situr við politiska valdið, er eitt tekin um vantandi samband við veruleikan.

 

Samgongan arbeiðir av øllum alvi við at varðveita og menna vælferðarsamfelagið, so at ríkidømið verður javnari býtt.