fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.10.2017 (16:02)

Vísundaliga prógvað: Tú verður glaðari av at hjálpa øðrum

Um tú reisir teg upp fyri eldri fólki í bussinum, slær grasið hjá nábúgvanum ella arbeiðir í hjálparfelagsskapi, so hevur tú størri sannlíkindi fyri at hava góða mentala heilsu. Tað vísir ein nýggj kanning, sambært DR P4 Midt & Vest.

 

Tað ger mun at hjálpa fólki, sigur Vibeke Koushede, seniorgranskari í mentalari heilsu á Statens Institut for Folkesundhed í Danmark. Saman við øðrum hava tey granskað í mentalari heilsu. Kanningin vísir, at tú hevur dupult so stór sannlíkindi fyri at hava mentalu heilsuna í ordan, um tú hjálpir onkrum øðrum minst einaferð um vikuna.

 

Vibeke Koushede sigur við DR P4 Midt & Vest, at neurogransking vísir, at ymiskt hendir í heilanum, tá ið vit hjálpa øðrum.

 

- Tað er tí umráðandi at minnast, at vit natúrliga eru sosial dýr, og vit eru tengd at hvørjum øðrum, sigur hon.

Tað er tó mangan soleiðis hjá fólki, at vit hava trupult við at finna tíð til at hjálpa øðrum í tí upptikna gerandisdegnum. Men tað nýtist heldur ikki at vera so tíðarkrevjandi. Tú kanst í staðin byrja í tí smáa og keypa inn fyri nábúgvan, tá ið tú allíkavæl fert at keypa inn, ella far við onkrum vini út til ein kaffimunn og legg oyra til tað, sum tey hava tørv á at tosa um, sigur Vibeke Koushede við danska miðilin.

 

- Tað er ein vanasak, og vit eru soleiðis samansett, at heilin lønar okkum, tá ið vit hjálpa øðrum. Tað merkir, at vit mangan fáa tað betri og fáa meira yvirskot, og soleiðis hava betri førleikar at møta forðingum í gerandisdegnum, sigur Vibeke Koushede við DR P4 Midt & Vest.

 

- Vit eru tó eisini noydd at seta spurnartekin við mátan vit hava innrættað okkum. Tí vit hava samansett samfelagið so, at vit ikki hava stundir til tað, sum kanska er mest umráðandi fyri okkum, sigur Vibeke Koushede. Hon vísir á, at meðan alsamt fleiri fólk stríðast við strongd, tunglyndi og angist, so er tað ein biologisk sannroynd, at vit fáa betri mentala heilsu burturúr at hjálpa øðrum, men samstundis er veruleikin, at vit ikki hava stundir til tað í dagsins samfelag. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her