Vit bundu sloyfu fyri

Her fortelur Jonleif Johannesen, hví hann atkvøddi fyri uppskotinum um eina nýggja fiskivinnuskipan

 

– Tað eydnaðist okkum at flyta nøkur tøl og nakrar ásetingar, og tí atkvøddi eg fyri. Tað sigur Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

 

Hann sigur, at serliga er tað, at markið fyri, hvussu nógv, hvør einstakur reiðari kann eiga av fiskirættindunum. Men serliga fegnast hann um, at sloyfa er bundin fyri soleiðis, at sáttmálarnir við føroysku manningarfeløgini skulu haldast.

 

Trýst á pílina undir myndini og hoyr Jónleif Johannesen greiða frá, hví hann atkvøddi fyri fiskivinnunýskipanini.