Vit byggja leigubústaðir við ella uttan Betri

– Men tað kann sjálvsagt vera trupult at skilja ímillum teir mongu politisku sessirnar, nú Jógvan Skorheim bæði situr í Løgtinginum og sum borgarstjóri

– Áhugavert at hoyra borgartjóran í Klaksvík í lesarabrævi harta borgarstjóran í Havn fyri at nokta fyri heimild til kommunur at byggja bústaðir. Undirritaða skal bert minna Jógvan Skorheim á, at tað er hann sjálvur, sum situr við kortunum at broyta hesa heimild, um ynski er til tess. Tað er hann, sum situr í Løgtinginum og ikki undirrtaða.

 

Soleiðis sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn í svari til Jógvan Skorheim, løgtingsmann og borgarstjóra í Klaksvík.

 

Annika Olsen, sum varð vald í Løgtingið á seinasta løgtingsvalið fór í farloyvi, tá hon gjørdist borgarstjóri í Havn. Og tí skýtur hon við skørpum eftir borgarstjóranum og løgtingsmanninum í Klaksvík:

 

– Men tað kann sjálvsagt vera trupult at skilja ímillum teir mongu politisku sessirnar, nú hann bæði situr í Løgtinginum og sum borgarstjóri. Annars kann eg upplýsa, at Jógvan Skorheim longu hevur heimild at byggja bústaðir, eitt nú til lesandi og eldri, og at fara í samstarv við privat at byggja. Men ístaðin fyri at fara til arbeiðis er lættari at lasta øðrum og harvið flyta fokus, sigur Annika Olsen.

 

Hon heldu rtað somuleiðis vera margháttligt, at Jógvan Skorheim sum sokallaður sjálvstýrismaður heldur vil hava allar okkara føroysku pensjónspengar at virka í tí danska samfelagnum, heldur enn í Føroyum.

 

– Men tað er so mangt, mann ikki skilur í føroyskum politikki longur, heldur Annika Olsen fyri.

 

– Nei Jógvan, ikki nýtist tær at hugsa um, hvat verður gjørt í Havn, tí í løtuni eru vit saman við øðrum í gongd við at byggja fleiri enn 100 leiguíbúðir innan verandi lógarkarmar - og enn fleiri eru ávegis við ella uttan Betri - og við ella uttan heimild úr Løgtinginum. Kanska átti borgarstjórin í Klaksvík at gjørt tað sama, skrivar Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.