Vit droymdu ikki um at vit skuldu uppliva hetta

Tað vóru tveir kenslubornir gamlir menn, sum nú hava sett fyrsta spakan í jørðina til ein nýggjan Hvalbiartunnil

– Hetta er ein stórur heiður fyri okkum báðar. Tað segði 92 ára gamli Danjal av Rana úr Trongisvági, tá ið hann, og javnaldurin, Allon Næs úr Nesi í Hvalba, nú seinnapartin í dag, tóku fyrsta flagið oman av í sambandi við at nýggjur Hvalbiartunnil skal gerast.

 

Í dag varð fyrsti spakin settur í til arbeiðsvegin, sum skal leggjast inn ígjøgnum dalin í Hvalba, inn til sjálvan tunnilsmunnan, har eisini arbeiðsplássið skal riggast til. Tað arbeiðið skal vera liðigt í ár, so at tað verður klárt at fara undir at bora sjálvan tunnilin beint eftir ársskiftið.

 

Danjal av Rana mintist aftur á gamlar dagar, tá ið hvalbingar máttu upp um Káragjógv, tá ið teir skuldu til Hvalbiar. Hann heldur, at nú á døgum undrast folk helst á, at hetta var Káragjógv var høvuðs samferðsluæðrin ímilllum Hvalba og Tvøroyri í fleiri ættarlið undan okkum.

 

Teir báðir, sum fingu heiðurin at loysa fyrsta flagið, vóru ikki sørt kenslubornir.

– Vit droymdu ikki um, at vit skuldu uppliva hesa løtuna, segði Danjal av Rana. Men hann heldur kortini, at nýggi tunnilin verður ein stórur fyrimunur fyri vinnulívið og fyri folk, sum heild, eins og tann gamli tunnilin eisini hevur verið tað. Sjálvur koyrdi Danjal av Rana eisini við at gera núverandi tunnil, tá ið hann koyrdi gravkúgv í tunlinum.

 

Danjal av Rana og Allon Næs hava kenst og fyri 72 árum síðani vóru teir saman við Westward Ho, stóðu teir lið um lið við lúnningina til fiskiskap undir Íslandi.

 

Heilt nógv folk varð komið saman inni í dalinum, tá ið sjøtul varð settur á arbeiðið. Og aftan á vórðu øll boðin í Roynhøllina, har ein drekkamunnur var at fáa.

 

Niðan fyri eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum sum var, tá ið sjøtul varð settur á arbeiðið.