- Vit eiga at venda hesari gongdini

Kristianna Winther Poulsen vil gera sítt fyri at samla neyðugu undirtøkuna til eitt forboð ímóti einnýtisplasti

- Eg fari at gera alt, eg kann, fyri at samla ta neyðugu undirtøkuna til eitt forboð ímóti einnýtisplasti, sigur Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna. 

 

Javnaðartingkvinnan vísir á, at tað tekur 500 ár at niðurbróta ein plastposa í náttúruni. Hon heldur, at vit eins væl kunnu brúka annað tilfar enn plast til fleiri gerandisvørur sum t.d. plastposar, knívar, gaflar, lok og súgvirør.

 

- Tað er ikki soleiðis, at tann vøran, vit annars brúka, fer at hvørva. Men so verður hon framleitt í øðrum tilfari, sum er lættari niðurbrótiligt, sigur hon.

 

- Vit eiga at ganga á odda í mun til onnur lond í Evropa og banna einnýtisvøru í plasti, sigur Kristianna Winther Poulsen, sum heldur, at tað eigur at bera til at koma í gjøgnum í løgtinginum skjótt. 

 

Aðrastaðni í heiminum verða havdjór funnin deyð, tí tey hava etið ov nógv plast. Kristianna Winther Poulsen vísir á, at mann hevur funnið nógv plast í maganum á sjófugli í Føroyum.

 

- Hetta eiga vit ikki at góðtaka. Vit eiga at gera okkara fyri at venda hesari gongdini, sigur hon.

 

Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðuna við Kristiannu Winther Poulsen, sum var í tíðindunum á FM1 í dag. Her er lesarabræv hennara um einnýtisplast at lesa.