Vit eiga ikki at drepa springara

Springar ikki vanligur matur í Føroyum, sigur Ingolf S. Olsen framsøgumaður hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum

Vit vita ikki, hvussu nógv er til av springara. Og bara tað ivamálið eigur at fáa ta avleiðing, at vit eiga at gevast við at drepa springara.

 

Tað heldur Ingolf S. Olsen, framsøgumaður hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum. Hann vísir eisini á, at springaratvøst er ikki, og hevur ongantíð verið, ein týðandi partur av føðslugrundarlagnum hjá føroyingum. 

 

– Sjálvur eri eg ongantíð í lívinum boðin til borðs at eta springaratvøst og havi ongantíð smakkað tað, so føroyskur gerandiskostur er tað ikki, sigur hann.


– Eg havi lagt til merkis, at nógv argumentera við, hvørt tað er gomul siðvenja ella ikki at drepa springarar og eta springaratvøst Tað haldi eg ikki, at tað er, men tað hevur sum so onki við sakina at gera.

 

– Vit tilskila okkum ikki rætt at drepa grind, tí tað er gomul siðvenja, men tí at grind altíð hevur verið, og er enn ein týðandi partur av okkara føðslugrundarlagi, og tí vit tilskila okkum rætt til at gagnnýta alt tilfeingið í okkara havøki, bara tað verður gjørt burðardygt og við atliti til djóravælferðina.

 

– Neyvt sum tá danir eta grís. Teir gera tað ikki fyri at halda gamla siðvenju og matmentan í hevd, men tí teir eru svangir og dáma fleskasteik og medistara.

 

– Hvussu vit bera okkum at mótvegis Sea Shepherd og neiligari útlendskari lobbbyismu annars, tað er ein heilt annar spurningur. Tann herferðin rínir bara við meg, um hon dokumenterar, at vit gera okkum inn á hóttar djórastovnar, ella at vit ikki hava virðing fyri djóravælferðini, sigur Ingolf S. Olsen.