Vit eru eisini stolt av Michelinstjørnuni hjá Koks

– Eitt er, at vit sjálvi siga, at vit hava góða rávøru. Men tað hevur so ómetaliga stóran týding, at onnur siga tað – serliga tá tað er heimsins fremsta fyritøka í heiminum, sum sigur tað, sigur stjórin á Vága Floghavn

– Og vit fara at brúka hetta til at fáa fleiri ferðafólk at koma hendavegin, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

Hann sigur, at tey hava verið sera spent á flogvøllinum, tí tey samstarva við Gist & Vist um matarstøðini á flogvøllinum.

 

– Hetta hevur nógv at siga, og hetta er akkurát í tráð við endamálið at fáa fleiri ferðafólk hendanvegin, sum leggja meiri pening eftir seg. Tá hugsa vit um fólk, sum ferðast til matupplivingar.

 

– Støðið á matstovunum í Føroyum er nógv hækkað, og hetta er ein blástempling av arbeiðinum hjá Gist & Vist við matstovuni Koks. Hetta er jú eisini ein viðurkenning av føroyskari matstovuvinnu sum heild, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Hann sigur, at tey sum flogvøllur sjálvsagt eisini fara at brúka hetta.

 

– Hetta er nakað, sum kunnu vera stolt av. Hetta er stórt, og má ikki á nakran hátt undirvurderast. Vit hava longu sent hetta út til tey, sum fáa kunningarskriv frá okkum, sigur hann.

 

Av tí at tey á Vága Floghavn – eins og flest onnur – vistu at møguleikin var har, at Koks skuldi fáa heiðurin, so høvdu tey fyrireikað seg, og send út tíðindaskriv beint eftir, at tað varð greitt, at Koks vann heiðurin.

 

Jákup Sverri Kass sigur, at hann er á veg til ferðavinnustevnu í Herning í Danmark. Hetta er størsta ferðavinnustevna av sínum slag í Danmark. Har verður ein føroyskur básur, og har fara tey sjálvandi eisini at gera vart við heiðurin, sum Koks hevur vunnið.

 

– Tað er eingin ivi um, at hetta fer at fáa nógv fleiri ferðafólk at koma hendanvegin. Hetta vendir sær til tann bólkin av ferðafólki, sum ferðast fyri at fáa matupplivingar, og í ferðavinnuhøpi er tað ein stórur bólkur, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Hann samanber tað við eitt nú fólk, sum ferðast runt til rennikappingar ymsa staðni í heiminum. Á sama hátt eru tað fólk, sum ferðast fyri at fáa matupplivingar, og har eru vit nú við í toppinum, sigur hann.

 

– Eitt er, at vit sjálvi siga, at vit hava góða rávøru. Men tað hevur so ómetaliga stóran týding, at onnur siga tað – serliga tá tað er heimsins fremsta fyritøka í heiminum, sum sigur tað, vísir Jákup Sverri Kass á.