Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.11.2018 (11:52)

Vit eru eitt sindur lumpað

Tað rætta hevði verið at sett fólk til at kanna byggingina av Glasi út í æsir. Tað heldur Pauli Trónd Petersen, tingmaður fyri Tjóðveldi, nú Rigmor Dam hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 18,7 milliónir afturat til Glasir í Marknagili.

 

Samstundis er staðfest, at sjey milliónir krónur, sum skuldu brúkast til flagtekju á Glasi, eru brúktar til onnur endamál.

 

Les meiri um tað her: Noyðast at brúka 18,7 milliónir afturat til Glasir


Pauli Trónd Petersen heldur, at tey í Løgtinginum eru drigin upp á tráð og nú heldur hann at tað einasta rætta hevði verið at sett eitt púra óheft fólk at kanna byggingina út í æsir og so at leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið.

 

Hann ivast ikki í, at Løgmaður fer at seta eina kanning í verk fyri at venda hvørjum steini, so at vit finna út av, hvar ábyrgdin fyri støðuni skal leggjast.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her