Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 14.03.2019 (22:00)

- Vit eru góðir við Vestmenn

Vestmenn kom sum eitt brak inn á føroyska tónleikapallin í 1983, tá teir komu við útgávuni Brot. Serliga var tað lagið Eg Siti So Eina, ið gjørdist ein landaplága. Seinni komu fleiri útgávur og fleiri landaplágur. Bólkurin spældi hesi árini nógv til ymisk tiltøk.

 

 

Seinnu árini hevur tó verið stillari kring Vestmenn, tó teir hava stungið nøsina fram av og á. Nú hava teir sett sær fyri at hava stóra konsert í Norðurlandahúsinum 23 . mars, og vit hava hitt Martin Joensen, Ólav Højgaard og Niels Olsen, oddamenn í Vestmonnum, og spurt teir eitt sindur um farnar dagar, og hvat er í væntu.

 

 

Vestmenn fara nú aftur á pall – hvat er hetta fyri eitt tiltak og hvussu kom hetta í lag?

- Nú fleiri enn 35 ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá okkum, Brot, kom út, hildu vit tað vera hugaligt at gera ein vørr aftur.  At okkara sangur, “Ró”, var kosin besti sangur seinastu 50 árini, gav okkum eisini áræði at fara undir tiltakið. Uppleggið var at skipa fyri einari konsert í stásiliga umhvørvinum í Norðurlandahúsinum, har vit  bjóða gestunum ein túr ígjøgnum okkara karrieru hesi farnu árini. Og tað hugskotið verður nú veruleiki tann 23. mars, so vit vóna at síggja nógv fólk í salinum, siga Martin Ólavur og Niels.

 

 

Hvør er manningin í dag og til komandi konsertina í Norðurlandahúsinum?

- Til hesa konsertina gjørdu vit av at nýta manningina, ið var á fyrstu – og mest seldu – utgávuni, “Brot”. Grundmanningin er: Niels Olsen, Ólavur Højgaard, Jógvan í Toftum Olsen og Martin Joensen. Afturat okkum hava vit so fingið Ólav Øster, Jóhannus á Rógvu, Rúna W. Højgaard og Jógvan Olsen. Onkrir gestatónleikarar vitja eisini á pallinum, siga teir oddarnir í Vestmonnum.

 

 

Tit komu fram við BROT útgávuni í 1983, har serliga Eg Siti So Eina gjørdist ein varði, og síðani komu fleiri, ið eisini høvdi landaplágur við sær. Men einaferð í nítiárunum kom meira ella minni steðgur í, og minni hevur verið at hoyrt til Vestmenn, og Martin og Ólavur hava eisini givið út undir egnum navni. Hvussu sær “gerandisdagurin” hjá Vestmonnum út nú ?

- Tað er rætt, at Vestmenn hava ikki verið so aktivir á útgávufrontinum seinastu árini, hóast fløgan “Tær løturnar” kom út fyri fáum árum síðani.  Allir limirnir hava aðrar verkætlanir við síðuna av Vestmonnum, serliga tí at okkara áhugamál innan tónleikin spenna so víða. Vestmenn hava tó verið rættiliga aktivir sum dansiorkestur kring landið við skiftandi manningum, har Ólavur og Niels – og av og á Martin - hava verið frontmenn. Vestmenn er eitt projekt, sum vit allir eru góðir við, og ivaleyst kemur okkurt nýtt á marknaðin innan alt ov langa tíð, siga oddamenninir í Vestmenn.

 

 

Hvussu byrjaði bólkurin Vestmenn?
- Alment byrjaði bólkurin við innspælingini av “Brot”, sum kom út í 1983. Men vit stovnarar eru allir uppvaksnir í sama býlingi, á Heygum í Vestmann, og hava gingið inn á gólvið hjá hvør øðrum øll okkara barna- og ungdómsár, so ivaleyst er botnurin lagdur tá. Áhugin fyri tónleikinum hevur bundið okkum saman øll árini saman við okkara felags minnum frá uppvøkstrinum, siga Martin, Ólavur og Niels.

 

 

Umframt konsertina í NLH, hava tit so annað á skránni í næstum?
- Í løtuni er einki konkret á skránni, men allir møguleikar eru opnir.

 

 

Hvat kunnu fólk vænta at hoyra í Norðurlandahúsinum?
- Øll tey kendu hittini: “Eg siti so eina”, “Ró”, “Leygarkvøld í Havn”, “So ganga mini ár”  og hópin av øðrum tilfari, sum er komið út síðani stovnanina – bæði kent og minni kent. Vit gleða okkum til kvøldið,siga oddamenninir Martin, Ólavur og Niels.

 

 

Konsertin við Vestmonnum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 23. mars klokkan 20.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her