Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 20.03.2017 (10:50)

Vit eru sera vónbrotin av samgonguni

– Eg eri sera vónbrotin av, at landsstýrið ikki leggur hetta fram.

 

Tað staðfesti Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, á aðalfundinum hjá felagnum  nú um vikuskiftið.

 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið um at at broyta sjúkradagpeningalógini.

 

Eftir upprunaliga uppskotinum skuldi kravið til læknaváttanir linkast, so at tað ikki skuldi vera neyðugt hjá tímaløntum at at vísa læknaváttan fyri teir fyrstu sjúkradagarnar.

 

– Vit halda at tímalønt skulu javnsetast við onnur, og tískil skuldi læknaváttan ikki verið kravd fyri tvær tær fyrstu vikurnar, ið sjúka rakar, men her var so talan um at sleppa undan læknaváttan teir fyrstu fimm dagarnar.

 

– Men eins stór gleðin var um uppskotið, eins stórt var vónbrotið, nú vit síggja, at hesin parturin um at linka kravið til læknaváttan hjá tímaløntum, er slett ikki við í uppskotinum, sum er lagt fyri Løgtingið, sigur Georg F. Hansen.

 

Hann heldur, at her er landsstýrið bakkað fyri arbeiðsgevarafelagnum, sum vóru rættiliga ónøgdir við, at arbeiðsfólk ikki eisini skuldu hava læknaváttan fyri teir fyrstu fimm sjúkradagarnar, tí teir hildu, at so fóru fleiri at melda seg sjúk.

 

– Hví skal tað verða sjálvsagt, at ein tímaløntur altíð skal til lækna fyri at fáa eina læknaváttan, bara viðkomandi hevur eitt krím, sum varar nakrar fáar dagar, meðan onnur bara kunnu ringja til arbeiðsgevaran og boða frá at tey eru rakt av krími, spyr Georg F. Hansen.

 

Hann heldur, at hetta hevði verið gott fyri arbeiðsfólk, sum mangan aftra seg við at fara til lækna, uttan at talan er um hættisliga sjúku.

 

– Eg eri sera vónbrotin av, at landsstýrið ikki leggur hetta fram, og ætli at arbeiða hart fyri at fáa hetta tikið fram aftur, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.

 

Annars fegnast hann um, at eftir uppskotinum, sum er lagt fram, verða fyritíðarpensjónistar, ið nýta sín arbeiðsførleika, teir hava eftir, javntsettir við onnur í sjúkradagpeningaskipanini.

 

– Hetta er gott, tí sjálvandi skal munur ikki gerast á arbeiðsfólki sama um talan er um fyritíðarpensjónistar ella onnur, sigur Georg F. Hansen.