fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.11.2017 (14:10)

- Vit eru trýst út í eitt verkfall

- Tá vit fara út í eitt verkfall, so er tað tí vit eru klár at fara allan vegin. Í praksis kunna vit taka allar sjúkrarøktarfrøðingar heim, ið arbeiða í føroyska sjúkrahúsverkinum. Vónandi verður tað ikki neyðugt, men vit eru klár at gera tað.


Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, tá hon verður spurd, um hvussu langt fakfelagið er klárt at fara í stríðnum móti Fíggjarmálaráðnum


Klokkan tvey í dag fer Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar annars á fund við Semingsstovnin, ið ger eina nýggja roynd at fáa glið á samráðingarnar millum fakfelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, eftir at tær slitnaðu fyri ellivu døgum síðan.


Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at tey fegin vilja samráðast við Fíggjarmálaráðið, men at talan má vera um tað, ið tey kalla veruligar samráðingar.


- Eg hevði eisini kunna hugsa mær, at vit samráddust. Tað havi eg sagt alla tíðina. Um vit fáa veruligar samráðingar, so skuldi eg gleðiliga sett meg við samráðingarborðið, sigur Óluvu í Gong, og trívur í krøvini til tað, ið hon kallar veruligar samráðingar.


- Vit eru sum sagt farin eftir einum lønarlyfti, og vit halda tað er umráðandi, at tann skeivleiki, ið er í lønarlagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum verður rættaður, og tað halda vit fast í.


Forkvinnan vísir eisini á, at skeiva lønarlagið er eitt mál, ið felagið hevur javnan víst á, og sum Kristina Háfoss, núverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, eisini hevur peikað á áðrenn hon gjørdist landsstýriskvinna.


Tað eru ellivu dagar síðan, at verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum byrjaði, men sambært Óluvu í Gong, so var verkfallið ikki tilrættarlagt frá teirra síðu, og at tað í veruleikanum er fakfelagið, ið er trýst út í eitt verkfall.


- Vit hava ikki fyrireika verkfall áðrenn vit fóru í verkfall, men tað er í útbúgvingini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, at man til eina og hvørja tíð handlar undir teimum givnu umstøðunum. Hetta eru tær umstøður, ið vit eru endaðar í. Vit føla vit eru vorðin trýst út í eitt verkfall, og so arbeiða við undir teimum treytunum.


Á in.fo fyrr í dag segði Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, at samráðingarnar slitnaðu fríggjadagin í næstsíðstu viku, tí sjúkrarøktarfrøðingarnar ikki vildu geva teimum stundir at gera neyðuga útrokningarnar og hyggi nærri at avleiðingunum av kravinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum um ein nýggja sáttmála og lønarskipan. Óluva í Gong er tó av eini heilt aðrari uppfatan av hvussu samráðingarnar slitnaðu.


- Tey fingu okkara uppskot 1. september, men tá vit møttu til seming høvdu tey ikki gjørt eina útrokning til krøvini, ið tey høvdu fingið tveir mánaðir áðrenn. So nei, tey fingu ikki eina heila viku aftrat at rokna í, men fingu at vita, um tað var nakað at fara víðari við mánamorgun klokkan átta, so útsettu vit verkfallið og tey fingu dagin at rokna í, sigur Óluva í Gong.

Tað gjørdist tó ikki til nakað, tí sama dag slitnaðu samráðingarnar millum partarnar, og lýsti Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar alt fyri eitt verkfall fyri narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar á øllum trimum sjúkrahúsum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her