Leita á in.fo

- Tú fert ikki upp í politikk fyri at fáa eina góða løn, men tí tú hevur okkurt upp á hjarta. Mynd: Dávur Winther.

Vilmund Jacobsen 09.01.2019 (14:29)

- Vit fáa sera góða løn

Spurningurin, um løgtingsarbeiðið er ov illa lønt – og kanska ikki er nóg professionelt – hevur verið nógv umrøddur í sosialu miðlunum í dag, og sum dagurin er liðin, eru tað fleiri og fleiri, sum hava latið hoyra frá sær í hesum sambandi.

 

Gudny Langgaard, stjóri í Vága Floghavn, segði í KvF í gjár, at lønin hjá løgtingsfólki er ikki kappingarfør í mun til lønir í leiðandi størvum í privatu vinnuni, og fólk hava kanska ikki tolsemi at sita í løgtinginum við tí mátanum, sum arbeitt verður uppá.

 

Hanus Samró sigur á sínari Facebook-síðu í dag, at løgtingið skal vera fyri øll – og ikki bara fyri tey fáu.

 

- Og nei, vit skulu ikki hava fleiri leiðarar ella akademikarar í løgtingið. Í staðin eiga vit at stremba eftir so fjølbroyttari umboðan sum gjørligt - palleba, marsannu, rørsmiðjum, frisørum, ungum, egnarum og you name it, sum hann tekur til.

 

Hanus Samró vísir á, at tað er ein heiður og æra at umboða fólkið, og um tað ikki er nóg mikið, hava leiðararnir og akademikararnir einki at gera í løgtinginum, sum hann málber seg.

 

Floksfelagin og løgtingslimurin, Jógvan á Lakjuni, tekur soleiðis til á tráðnum hjá Hanusi Samró:

 

- Samdur við tær, Hanus. Óhugnaligt og stór skomm at hoyra, at 40.000 krónur um mánaðin ikki skal vera nóg mikið fyri at sita í løgtinginum.

 

Jógvan á Lakjuni reisir spurningin, hvat tímalønt, arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur munnu hugsa, tá tey hoyra slíkt - tey, sum kanska bara tjena helmingin av hesum fyri eina harða 40 tíma viku!

 

Løgtingslimurin heldur, at 40.000 krónur er ein sera góð løn, og hann sigur, at løgtingslimir, sum ikki eru nøgdir við hetta, eiga at halda seg frá at stilla upp.

 

- Tú fert ikki upp í politikk fyri at fáa eina góða løn, men tí tú hevur okkurt upp á hjarta, sigur Jógvan á Lakjuni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her