- Vit hava broytt franskan politikk

- Franska fólkið hevur í dag talað. Meðan okkara land stendur frammanfyri eini løtu, ið ikki kennir sín líka í okkara søgu, hevur tað svarað á besta hugsandi hátt – við eini høgari valluttøku.


- Til øll tykkara, ið hava verið við mær síðan apríl 2016, tá En Marche! varð sett á stovn, ynski eg at siga: Hetta farna árið hava vit broytt franskan politikk


Tað segði ein fegin Emmanuel Macron, forsetavalevni hjá nýstovnaða flokkinum En Marche!, eftir tað gjørdist greitt, at hann verður eitt av valevninum í næsta umfari í franska forsetavalinum.


Nógv bendir eisini á, at Emmanuel Macron verður næsti franski forsetin. Bæði valevnini hjá teimum gomlu
flokkunum, sosialisturin Benoît Hamon og republikanarin Francois Fillon, hava í kvøld heitt á sínar veljarar at atkvøða fyri Emmanuel Macron í næsta umfari, og í veljarakanningum hevur Emmanuel Macron eisini eina greiða leiðslu á Marine Le Pen, ið hann skal møta í næsta umfari.


Um Emmanuel Macron verður valdur til forseta, so verður hann yngsti forsetin í franskari søgu.