fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 18.05.2017 (22:04)

- Vit hava ikki amboðini at hjálpa teimum

Brot úr Vikuskiftis Sosialinum. Les meira í blaðnum í dag. 

 

- Veruleikin er tann, at vit hava ikki øll amboðini, sum krevjast, um hesi ungu kriminellu fólkini skulu koma fyri seg. At døma tey til pedagogiska viðgerð, tá ið tey í veruleikanum hava tørv á nógv meira, gevur ikki meining. Tað halda leiðararnir í Almannaverkinum, Edvard Heen, stjóri og Hermann Mortensen, leiðari fyri trivnaðardeplinin fyri barnavernd og fólk við sálarsjúku, autismu og seinheilaskaða.

 

 

Á Smyrilsvegi sita tríggir leiðarar í Almannaverkinum inni í stásiligum kontóri hendan mánamorgun, til reiðar at greiða frá trupulleikunum, sum tey hava við summum ungum fólkum í høvuðsstaðnum.

 

 

Høvið er, at fyri kortum varð ein maður stungin fleiri ferðir við knívum, øks og goggara. Hetta hendi á Landavegnum og harðskapurin byrjaði á Íslandsvegnum, í vardum bústaði undir Almannaverkinum. So hesir leiðararnir á staðnum staðfesta skjótt, at okkurt er gingið galið. Men teir vilja ikki taka alla ábyrgdina á seg.