Vit hava ikki loyvi at selja

Tað eru nakrar orsøkir til, at Tórshavnar Býráð ikki kann játta eini umsókn um stóra bústaðarbygging

– Tað er ólógligt av kommununi at selja jørð, sum ikki er boðin út alment. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og Býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at tað er ein orsøk til, at umsóknin frá sjálvsognarfelagnum, Kirkjubøarvegur, ikki er gingin á møti.

 

Sum vit skrivaðu á miðdegi, eru tað tvey ár síðani at tey søktu Kommununa um at fáa eitt stykki at byggja ein nýggjan býling á. Men tey eru rættiliga vónbrotin av, at einki er hent enn.

 

 

Les eisini: Nú eru vit rættiliga útbrend.

 

 

Marin Katrina Frýdal sigur, at tann stóri trupulleikin er, at kommunan hevur ikki loyvi til at selja jørð undirhonds, tí hon skal bjóðast í almennum útboði.

 

– Vit vóru fegin um fyritakssemið hjá sjálvsognarfelagnum og vit hava eisini kannað møguleikan hjá landsmyndugleikunum, tí vit mettu, at talan var um eitt almannagagnligt endamál og at við tískil kundu víkja frá kravinum um, at jørðin skuldi bjóðast út í almennum útboði.

 

– Men niðurtøðan var, at kommunan kann ikki selja eitt fasta ogn, uttan at tað er boðið út í almennum útboði, og tí hevur kommunan heilt einfalt ikki heimild til at ganga umsóknini á møti, staðfestur hon.

 

Men hon vísir á, at tey í býráðnum eru nú farin at gera eina heildarætlan fyri alt økið, og tá er ætlanin at bjóða tað út til byggilendi. Tá eru eisini tey í felagnum, Kirkjubøarvegi, vælkomin at bjóða, sigur Marin Katrina Frýdal.

 

Hon vísir eisini á, at umsitingin hjá býráðnum hevur mett at verkætlanin er ov lilla lýst til at støða kann takast til hana. Eitt nú mangla tekningar av verkætlanini og umsitingin heldur tískil, tað er langt eftir á mál, áðrenn støða kann takast til málið.

 

Annars heldur umsitingin eisini at ein heildarætlan við bygging, vegi, og øðrum, eigur at verða gjørd fyri øki. Tí mælir umsitingin til, at sleppa ætlanini hjá Kirkjubøarvegi og at gera ein heildarætlan fyri økið, og tað er akkurát tað, býráðið nú hevur samtykt at gera, sigur Marin Katrina Frýdal.

 

– Tá ið heildarætlanin er gjørd, og økið verður boðið út, eru tey í Kirkjubøarvegi vælkomin at bjóða upp á eitt øki, leggur hon afturat.