Leita á in.fo

Danjal av Rana 16.04.2018 (09:40)

Vit hava lækkað prísin 50%

- Vit ætla at koma við bæði dunnum og hyli, at gera dunnuhylin størri. Vit ætla at raka eitt sindur annarleiðis, enn hini hotellini í Føroyum raka, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog um Hotell Atlantic, sum felagið fer at byggja á Hálsi í Havn saman við LÍV.

 

Hetta segði hann í samrøðu við Árna Gregersen á Rás 2, tá teir báðir umrøddu ársúrslitið hjá flogfelanum. Atlantsflog hevði 3,3 milliónir krónur í avlopi í fjør, sum er 24,7 milliónir krónur lægri enn í 2016. Inntøkurnar lækkaðu úr 524 milliónum krónum niður í 517 milliónir krónur.

 

Niels Mortensen sigur, at tað er eyðsæð, at kappingin frá SAS hevði stóra ávirkan á úrslitið.

- Vit hava mist umleið 30 milliónir krónur í mun til árið fyri, sigur hann, men ásannar kortini, at ferðafólkatalið einans er minkað við einum prosenti.

 

Í næstum fer Atlantsflog at skifta eitt av A319-flogførunum út við eitt nýtt Airbus A320neo

- Hetta hevur eitt sindur fleiri setur, 174 setur, men er bíligari í rakstri enn bæði A319 og vanligi A320, sigur hann.

 

Niels Mortensen sigur, at flogferðaprísurin er lækkaður við nærum eini helvt seinastu trý árini.

- Tað, sum vit hava gjørt seinasta árið, er at vit hava duga væl at fáa fleiri inntøkur uttanlands, so sum við charter-flúgving, sigur Niels Mortensen.

 

- Vit hava eisini fleiri setur tøk á Føroyarutuni enn kappingarneytin, og tí hava vit sjálvsagt eisini nógv fleiri ferðandi, sigur hann. Hesum fer felagið eisini at halda fram við, tó uttan at tað skal ganga út yvir Føroyarutuna.

- Vit hava ikki broytt nakra strategi. Vit fara ongantíð at geva okkum upp á, at Føroyar er staðið, sum vit operera frá. Men av tí, at vit hava ávísar avbjóðingar um veturin og at flogførini framvegis mugu nýtast, mugu vit hyggja at øðrum møguleikum. Síðani SAS kom, hava vit sagt, at vit mugu síggja hvussu leikur fer og tillaga produktið hjá okkum. Tað er tað, sum vit hava gjørt nú, sigur Niels Mortensen.

 

Niels Mortensen sigur, at tað er ikki rætt, tá fólk siga, at Atlantsflog einans forvinnur pening upp á rutuna til Keypmannahavnar. Hann sigur, at ferðafólkatalið til bæði Íslands og Skotlands veksur, men kortini at flogfelagið eisini er rakt av kreppuni í oljuídnaðinum, við tað at minni tørvur er á rutuni til Bergen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her