fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Sidsel Jensdatter Lyster 18.04.2017 (08:56)

Vit hava nøkur týdningarmikil ynski

Eri prestur av útbúgving og virkin í einum stórum netverkið av yvir 1000 psykopatioffrum í Skandinavia. Í dag skrivi eg sum talskvinna fyri føroyska psykopatinetverkið, sum telur yvir 30 foreldur.

 

Vit hava nøkur týdningarmikil ynskir í sambandi við at føroyingar skulu yvirtaka familjurættarlóggávuna frá Danmark komandi ár. Vit hava eisini atfinningar móti verandi skipan, sum als ikki megnar nóg væl at verja børnini.

 

Vit eru ikki áhugaði í vanligum hjúnaskilnaðum, men í teimum sokallaðu hákonflikt hjúnaskilnaðunum, har foreldur í áravís klandrast um børnini.

 

Amerikonsk og australsk gransking, um orsøkina handan hákonflikt hjúnaskilnaðir, vísir at persónleikaólag og niðursettur foreldraførleiki al oftast er tað sum elvir til áralong stríð um børn - tvey vanlig foreldur kunnu enda í eini ósemju, men ikki í einum áralangum óloysandi stríði.

 

Hákonflikt hjúnaskilnaður, er heitið sum mynduleikarnir brúka, men tað er missvísandi, av tí at talan al oftast er um hjúnarskilnaðir har eini parturin hevur persónleikaólag og harav atburðartrupulleikar.

 

Tá tosað verður um hákonflikt hjúnaskilnaðir er ikki talan um eitt javnstøðu stríð, hetta hevur einki við kyn at gera, og foreldrið, ið drívur ósemjuna, kann bæði vera mamman ella pápin. Tey persónleikaóløg, ið oftast gera seg galdandi í hákonflikt hjúnaskilnaðum eru: narsissisma, borderline og paranoid persónleikaólag. Tað fríska foreldrið verður al oftast fanga í tvídráttinum tí tað vil verja børnini.

 

Sum lógin er í dag, bæði í Føroyum og Danmark, hevur rætturin hjá barninum til tvey foreldur framíhjárætt -løgfrøðiliga vigar hesin rættur meira enn trygdin hjá barninum. Tað hendir alt ov ofta, at tað “góða” foreldrið, eftir at vera farið úr einum harðskapsraktum hjúnarlagið, av mynduleikunum verður noytt at útlevera barnið til eitt óstabilt foreldur, og at barnið soleiðis verður útsett fyri meira harðskapi enn nakrantíð fyrr.

 

Verandi lóggáva forsømir børnini, og ákærir um atburðartrupulleikar verða ikki tiknar fyri fult, tað verður alt bólkað sum verandi ein hákonflikt hjúnaskilnaður, har javnstøða millum kynini er avgerðandi og tí skulu bæði foreldur hava líka rætt til samveru við barnið.

 

Í hákonflikt hjúnaskilnaðum, miseydnast mekling og barnaserkøn ráðgeving, tí ósemjur koma av harðligum og psykopatiskum atburði, ella av niðursettum foreldraførleika, og tað ber ikki til at menna foreldraførleikan eftir fáum tímun av rættleiðing. Tað er samstundis ósømiligt, at biðja tann vanliga pápan, ella ta vanligu mammuna, um at skilja og seta seg inn í kenslurnar hjá einum psykopatiskum ella paranoidum foreldri.

 

Í Skandinaviska psykopatinetverkinum havi verið fleiri hundrað barnaserkønar ráðgevingar, og einans tvær ferðir hevur tann barnaserkøni megnað at gjøgnumskáa at talan er um persónleikaólag. Brúk er fyri øðrum mannagongdum, har hákonflikt hjúnarkilnaðir beinanvegin, tá foreldur leggja mál fyri rættinum ella fyri Rìkisumboðnum, verða bólkaðir fyri seg, og fevndir av eini kanningarmannagongd. Her er eitt uppskot til eina effektiva spurnarkanning, sum skjótt kann staðfesta hvørs talan er um ein vanligan hjúnaskilnað ella ikki:

 

• Ert tú bangin fyri at vera í sama rúmi sum hitt foreldrið, ella er hitt foreldrið bangi fyri at vera í sama rúmi sum tú?

 

• Hava tit, bæði foreldur, ein sunnan og góðan foreldraførleika, og eru tit bæði før fyri at taka hond um barnið/børnini?

 

Tvey vanlig foreldur eru ikki bangin fyri at vera í sama rúmi, og tey eru ikki stúrin fyri foreldraførleikanum hjá hinum foreldrinum. Eitt ja til spurning 1, ella eitt nei til spurning 2, er tí ein klár ábending um, at einstøk mál skulu kannast til fulnar, og at samstarvið millum foreldrini verur torført.

 

Hesir báðir spurningarnir kunnu tryggja, at:

 

• Foreldur ikki fáa sálarløstir av, at skula til felags samrøður og meklingar, har tann eini av foreldrunum er harðlig/ur ella hevur persónleikaórógv.

 

• Øll viðurskifti viðvíkjandi foreldraførleikanum verða avdúkaði.

 

Spurningurin um foreldraførleika kann avdúka ymiskar trupulleikar.  Sum t.d.:  rúsevnismissnýtslu, alkoholismu, barnamishandling av ymiskum slag - frá at forsøma børnini til at beinleiðis gera seg inn á børnini.

 

Kunningar vísa at 77% av teimum verjandi foreldrunum lýða av pousttraumatiskari strongd. Tey koma ofta beinleiðis úr einum áralangum harðskapsraktum parlagi, og tí er tað sera ódámligt av mynduleikunum at áleggja hesi offur, at fara til meklingar og ráðgevingar við partinum, sum hevur framt harðskap á tey. Til samanberingar kann nevnast at 25 % hermonnum, sum hava verið í Afganistan, lýða av posttraumatiskari strongd.

 

Umleið 2/3 av teimum verjandi foreldrunum, sum øll eru í góðum aldri, eru harafturat arbeiðsleys, og mugu tí fáa forsorgarhjálp, so tað er eisini kostnaðarmikið fyri samfelagið í krónum og oyrum, og ikki einans í mannalagnum, at hava eina lóggávu sum ikki virkar.

 

Tað er tí av al stórum týdningi, at tað ikki verður skrivað í eina komandi lóggávu, at børnini skulu hava rætt til tvey foreldur, uttan so at ein at ein yvirornað ella javnmett grein er sum lógarfestur, at børn fyrst og fremst skulu verjast - ímóti mishandling, vanrøkt, óstabilum tilknýti, niðursettum umsorganarevni og hættisligari atferð framd av foreldrunum. Barnið má setast fyrst.

 

Mínar royndir, eftir at hava virkað innan hetta økið í nærum 10 ár, vísa eisini at barnaserkønir sálarfrøðingar ikki automatiskt verða útbúnir til at gera metingar av foreldraførleika.

 

Tað er Barnaverndin, og serliga barnapsykiatriðin og sálarfrøðingar, ið hava drúgvar royndir at arbeiða við harðskabsraktum børnum, sum hava størstu vitaninna á hesum øki. Tí vil eg við hesum, og umboðandi yvir 30 føroysk foreldur, heita á samgonguna um at brúka tey dugnaligastu serkønu á barnaøkinum í arbeiðinum at smíða eina nýggja hjúnaskilnaðarlóggávu, har dentur serliga verður lagdur á, at verja hjúnaskilnaðarbørnini.

 

Tað er kostnaðarmikið um lógin ikki er smíðjað rætt frá byrjanini. Vit kunnu spara nógv barnalív, og nógvan pening, við at gera eina lóg, sum loftar sokallaðu hákonflik hjúnaskilnaðunum, og viðgerð hesar sum sosial mál.

 

Av utbúgving eri eg, umframt prestur, eisini semingsmaður, so eg veit at einhvør semja byrjar við, at orsøkin til konfliktina verður funnin. Roknast kann ikki við, sum mynduleikarnir hava lyndi til nú, at íkomna tvístøðan er grundað á hjúnarskilnaðin. Al oftast er orsøkin í tílíkum hákonflikt hjúnaskilnaðum persónleikaólag, misbrúk og harðskapur.

 

Vinarliga

Sidsel Jensdatter Lyster, stud. jur. og tidligere sognepræst.

Talskvinde for netværk for psykopati- og stalkingramte.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her