Vit kunnu ikki goyma alt bara tí at tað er gamalt

Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sum ikki tekur undir við, at kommunan skal bjarga 100 ára gamla Reyða Krossi

Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sum ikki tekur undir við, at kommunan skal bjarga 100 ára gamla Reyða Krossi

 

– Nýggja býarsavnið hjá okkum og umsiting okkara á økinum hevur mett um málið og eru komin til ta niðurstøðu, at Tórshavnar kommuna ikki skal bjarga gamla Reyða Krossi.

 

Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

 

Hon vísir á, at kommunan eisini eigur sluppungan Fram, sum kommunan hevur roynt at sloppið av við – tó uttan úrslit.

 

– Hvat skulu vit gera við allar hesar gomlu bátarnar? spyr hon, tá vit spyrja hana, um hon tekur undir við hugskotinum hjá Birgari Johannessen um, at kommunan eigur at bjarga 100 ára gamla læknabátinum, sum varð smíðaður í Havn í 1919.

 

– Tað kostar nógvar pengar, og hvar skulu bátarnir vera? spyr hon og vísir á avgerðina um ikki at bjarga bátinum.

 

– Vit kunnu ikki goyma alt, bara tí at tað er gamalt.

 

– Um ein bygd hevur eitt hús ella bát, sum umboðar eina ávísa tíð, so er ikki neyðugt, at vit eisini skulu hava tað. Alt skal ikki bara goymast, sigur hon og vísir á, at býráðið brúkar nógvar pengar upp á Westward Ho, sum er býarins stolta far. Tann játtanin er júst hækkað við 400.000 kr, sigur hon.

 

Gunvør Balle sigur tó, at málið ikki hevur verið til formliga nevndarviðgerð í býráðnum.

 

– Vit hava tosað um tað fakliga, men tað hevur ikki verið eitt mál sum hevur verið reist og verið á nevndarfundi. Men tað er so niðurstøðan frá innanhýsisprátinum frá fakfólki, sigur hon.

 

Spurd um tað ikki er ein møguleiki, nú tað stendur kommununi í boði, at fara eftir bátinum og fáa hann til Havnar, áðrenn hann verður burturbeindur, vísir hon aftur til sluppungan Fram, sum liggur og fúnar úti á Argjum – og endurtekur, at vit kunnu ikki goyma alt.

 

Hon heldur tó, at hetta kundi verið eitt mál fyri grunnin, sum eigur Gamla Hospital, sum eisini átti at fingið eina formliga áheitan.

 

Hon sigur tó, at tey eru opin fyri at viðgera málið, um tey fáa tað inn sum eitt mál.

 

– So kundu vit viðgjørt tað ordiligt. Vit hava havt tað uppi og vent fleiri ferðir, tí at Birgar Johannessen hevur nevnt tað fleiri ferðir fyri okkum.

 

Hon heldur tí, at tey, sum arbeiða við málinum, kunnu senda tað inn til býráðið.

 

– So kunnu vit fáa tað til formliga viðgerð í mentamálanevndini um tvær vikur, tá vit hava fund aftur, sigur hon og vísir á, at so fær tað eina veruliga viðgerð.