Vit mangla ein vilja

Ein av høvuðspersónunum í morgun hevur ikki avdúkað nakað enn

– Vit mangla ikki tíð til at finna semju, vit mangla viljan til tað

Tað sigur Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú Løgtingið viðger uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan

 

Í hesum sambandi hevur hann verið ein av høvuðspersónunum, tí søgur hava gingið um, at hann hevur avgjørt at cleara við Kristin Michelsen í Javnaðarflokkin, sum er burtur. Tað merkir, at Magni Laksáfoss eisini skal halda seg burtur frá at atkvøða, so at hansara atkvøða, og tann hjá Kristin Michelsen, uppviga hvørja aðra.

 

Hann hevur ikki viljað viðmerkt hetta í morgun, men nú hann hevði røðu, var tað heldur ongin í Løgtinginum, sum spurdi hann og sostatt fekst einki svar upp á tann spurningin í hesum umfari

 

Jákup Mikkelsen spurdi Magna Laksáfoss, um hann heldur, at útlit eru til at fingið eina semju við allar flokkar. Men hann staðfesti kortini, at hann hevði mist alla vón um at fáa semju við Tjóðveldi, tí hann heldur, at Tjóðveldi hevur sett seg í eina serstøðu í hesum máli.

 

Magni Laksáfoss heldur, at tað er ikki tíð, sum krevst fyri at fáa semju.  Tað, sum krevst, er ein vilji til at finna eina semju.

 

Og hann heldur, at vit eiga ikki at brúka hetta málið til politiska runublaking, tí tað er málið alt ov týdningarmikið til.

 

Hann heldur eisini, at løgtingslimir skylda føroyingum at finna eina semju og tí harmaðist hann almikið, at samráðingarnar ímillum samgonguna og Sambandsflokkin endaði úrslitaleysar.

 

– Borgarliga samgongan sat í átta ár, men fekk ikki loyst málið, tí hava vit eina serliga ábyrgd at finna semju um eina skipan, sigur hann.

 

– Vit mugu fáa eina semju, tí hetta er lívsgrundarlagið hjá okkum øllum somlum, legði hann afturat. Hann legði kortini afturat, at væntandi verður uppskotið samtykt, hóast Kristin Michelsen er burturstaddur, og at samgongan er í minniluta, eisini hóast Sonja Jógvansdóttir verður tald við.

 

Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum sigur, at hann vónar, at andstøðan stendur saman, tá ið atkvøðast skal, tí so fellur uppskotið.