fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Ovast á bakkanum skulu 10 metur høg hús byggjast. Íbúgvarnir í Bertugøtu (t.v.) óttast at tey missa alt vesturskinið.

Danjal av Rana 12.02.2018 (18:02)

Vit missa sólina

Íbúgvarnir í Bertugøtu í Hoyvík eru bangnir fyri, at nýggju bygningarnir ovast á Karlamagnusarbreyt fara at taka alt vesturskinið frá teimum.

 

Í januar 2016 broytti Tórshavnar kommuna serstøku byggisamtyktina fyri Karlamagnusarbreyt. Fyrst bleiv kravið um handilshøli í veghædd strikað og síðani bleiv givið loyvi til at byggja tríggjar hæddir heldur enn tvær.

 

Skugga fyri sólini

Higartil hevur hetta ikki havt nakað at siga, tí tað er ikki fyrr enn seinastu mánaðirnar, at nakar er farin at byggja í økinum.

- Vit hvukku tí við, tá vit sóu, at Bústaðir hevur bygt í trimum hæddum, tí vit vistu ikki annað, enn at hægst loyvda bygging var tvær hæddir á Karlamagnusarbreyt, sigur Jens Hjørleif Hansen, ein av íbúgvunum í Bertugøtu.

 

Íbúðirnar hjá Bústøðum liggja kortini so lágt, at tær ávirka ikki sólargangin í Bertugøtu, men tað fara komandi húsini longur uppi á Karlamagnusarbreyt at gera.

 

Bertugøta er ein býlingur, sum liggur parallelt við Karlamagnusarbreyt, men í eini lægd í økinum. Hæddarmunurin millum grundstykkini í Bertugøtu og við Karlamagnusarbreyt er eini átta metrar.

 

Tað, sum iðrar íbúgvarnar í Bertugøtu er, at Tórshavnar kommuna, umframt at loyva hægri bygging á Karlamagnusarbreyt, eisini loyvir at bygt verður heilt út í mark.

- Vit óttast tí, at vit fáa høgar bygningar reistar beint við síðuna av okkara grundstykkjum. Um bygningarnir vera 10 metrar høgir, so er hæddarmunurin jú 18 metrar. Tað sigur seg sjálvt, at so síggja vit ongantíð sólina aftur, sigur hann.

 

Les meiri um málið í Sosialinum, sum kemur út í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her