fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 13.03.2018 (12:46)

Vit skulu geva Parkinsonsjúklingum súrevnisviðgerð

Bjørg Dam, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýriskvinnuni við heilsu- og innlendismálum ein skrivligan fyrispurning um súrevnisviðgerð.

- Viðgerðin hevur víst seg at vera sera væl egnað til fólk við eitt nú Parkinson, og flestum kunnugt er hendan sjúkan serliga útbreidd í Føroyum. Tí eiga vit at kanna møguleikarnar fyri at bjóða hesa viðgerð her á landi, sigur Bjørg Dam.

 

Hyperbar oxygen terapi (HBOT) er eitt viðgerðartilboð til fólk við álvarsamum sjúkum, so sum diabetis, sklerosu, demens og Parkinson. Viðgerðin fer fram á tann hátt, at sjúklingurin fær 100% reint súrevni at anda í seg undir 2,0-2,8 bar trýsti í 90 minuttir.

 

- Kanningar vísa, at ávísir sjúklingar fáa týðiligar batar eftir HBOT viðgerð, og fleiri og fleiri vísindaligar greinar vísa serliga á fyrimunir í samband við Parkinson sjúku, sigur Bjørg Dam, sum situr á løgtingi fyri Javnaðarflokkin í løtuni.

 

Ríkissjúkrahúsið bjóðar viðgerðina eitt nú til diabetissjúklingar og fólk við seinárinum av stráluviðgerð fyri krabba. Sambært Kræftens Bekæmpelse verður helvtin symptomfrí og ein fjórðingur fær tað munandi betri eftir viðgerðina.

 

Nógvir føroyingar stríðast við hesar sjúkur, hava árin og/ella ringa pínu hvønn dag. Sambært Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eru tvær ferðir so nógvir føroyingar raktir av Parkinson sjúku í mun til tølini í øðrum londum. Eisini hevur tað verið víst fleiri ferðir á, at sjúklingar við Parkinson sjúku í Føroyum eru ónøgdir við tey viðgerðartilboð, sum verða útbjóðað. Millum annað varð fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni hesum viðvíkjandi í februar 2017.

- Tí haldi eg, at vit eiga at kanna møguleikarnar fyri at føroyska heilsuverkið kann bjóða hesa viðgerð, sigur Bjørg Dam.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her