fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 2.1m/s

Leita á in.fo

Føroyanevndin hjá MFS 10.10.2017 (10:59)

Vit velja Føroyar men velja Føroyar okkum?

Síðsta heyst skipaði føroyanevndin hjá MFS fyri tiltakinum ”Hví búgva hjá mammu, tá ið eg kann búgva á Oyrasundi?”. Nú – nærum eitt ár seinni – spyrja vit aftur sama spurning.

 

 

Hví lesa á Setrinum, har útboðið av vallærugreinum ikki er nøktandi – ella eksisterandi?

Ein stjórnmálafrøðilesandi á Setrinum, sum søkti inn í 2016, kundi gleðast um, at i 3. árshálvu kundi ein velja vallærugrein. Hetta gjørdist ein stokkut gleði, tí tá ið tímatalvan kom í summar, mátti Setrið aftur svíkja: ongar vallærugreinar.

 

Hetta er ikki einans galdandi fyri søgu- og samfelagsdeildina. Eisini hjá lesandi á námsvísindadeildini er úrvalið av lærugreinum minkað.

 

Vert er at leggja afturat, at lesandi á námsvísindadeildini (lærara- og námsfrøðilesandi) máttu enn einaferð býta í sitrónina, tá ið tey fyri stuttum fingu at vita, at stutta starvslæra, tey longu frammanundan hava, allarhelst skal skerjast enn meir.

Eitt dømi eru tey í 3. árshálvu á læraraútbúgvingini, sum hava valt danskt, og sum eftir ætlan skuldu í starvslæru eftir heystfrítíðina. Tey hava nýtt fleiri undirvísingartímar uppá at fyrireika seg til starvslæruna, men hava fingið boð um, at starvslæran nú verður av ongum.

 

 

Hví lesa har, vit eru noydd at koyra silvurpappír runt um hurðina, soleiðis at soppavøksturin ikki breiðir seg?

Hetta er veruleikin hjá teimum, ið hava alisfrøði á læraraútbúgvingini á Setrinum.  Onnur dragast við gjóstur og kulda. Hví er tað í lagi, at lesandi lesa undir umstøðum, ið Arbeiðseftirlitið ikki hevði loyvt starvsfólki at arbeitt undir. Er tað minni skaðiligt fyri tey lesandi?

 

Harafturat kann vísast á, at Setrið hevur innivist á Frælsinum – saman við fólkaskúlanæmingum!

 

Áður hevur hetta givið meining fyri læraralesandi, tí hetta bar við sær betri møguleikar fyri praktiska partinum av útbúgvingini. Tó eru hølisviðurskiftini á Setrinum vorðin so trong, at flokkar frá Søgu- og Samfelagsdeildini eisini hava fyrilestrar í fólkaskúlastovum.

 

Hetta merkir, at meðan tey lesandi sita til undirvísing ella fyrilestur, skulu tey hoyra uppá, at ein fólkaskúli hevur fríkorter beint uttan fyri skúlastovuna. Hetta ávirkar undirvísingina og gevur ikki eina kenslu av, at talan er um eina hægri (og seriøsa) útbúgving.

 

Landið hevur seinastu árini spýtt 600 milliónir í at byggja ein flottan og lekran miðnámsskúla. Hóast vit unna miðnámsskúlalesandi hetta væl, so mugu vit vísa á, at studentarnir høvdu Hoydalar og HH’arirnir høvdu Handilsskúlan við Marknagil. Miðnámsskúlalesandi velja longu Føroyar sum nú er – men tað gera lesandi á hægri lesnaði ikki!

 

Setrið er spjatt út á fleiri smærri bygningar runt um í Havnini, harav fleiri einans eru til leigu. Tað er alneyðugt, at Fróðskaparsetrið verður samlað undir einum taki, skal lestrarlívið í Føroyum blóma. Synergi-effektin, sum man vanliga sær á hægri lærustovnum, er totalt blokerað í Føroyum, tí tey lesandi hava nærum einki samband við hvørt annað.

 

Seinastu árini hava alt fleiri søkt inn á Setrið. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men við skúlabyrjan 2017 var talið nærum helvtina lægri enn í 2016. Virksemið á Setrinum er í vøkstri; fleiri útbúgvingar verða bjóðaðar út, fleiri flokkar eru, fleiri ph.d lesandi eru, enn áður, men fíggingin fylgir ikki við vøkstrinum, og tískil noyðist fyrisitingin allatíð at umraðfesta ella seta sparitiltøk í verk. Hetta er ikki virðiligt fyri tey, ið velja at lesa í Føroyum. Vit velja Føroyar, men Føroyar velja ikki okkum! Hví ikki raðfesta okkum eitt sindur meir?

 

 

Hví búgva hjá mammu, tá eg kann búgva á Oyrasundi?

Spf. MARK er eitt privat smápartafelag, sum veitir bústaðir til lesandi á hægri útbúgving og á miðnámi. MARK hevur fingið til vega 38 bingjuíbúðir á ávíkavíst 15 og 30 m2 til støddar. At talan er um eitt lítið býli, finnast vit ikki at. Lesandi hava heldur ikki so stór krøv til bústað. Trupulleikin við MARK liggur í prísinum.

 

Fyri eina 15 m2 bingjuíbúð skalt tú rinda 4.490 krónur um mánaðin. Ja, tú last rætt – 4.490 krónur fyri 15 m2! Hetta er við nýtslu.

 

Hevur tú til dømis eitt barn og býr einari 30 m2 íbúð, so er prísurin 6490 kr. Býrt tú einsamallur í somu íbúð er kostnaðurin 4990 kr. Tað er upplýst, at kostnaðurin fyri nýtslu er 495 krónur, og tí stavar hesin munur einans frá, at talan er um tvey og ikki eitt fólk. Tað kann ikki verða rætt, at ein stakur uppihaldari skal gjalda eyka fyri at hava barnið hjá sær búgvandi.

 

Man kann ikki lasta privatar vinnurekandi fyri at gera sær dælt av bústaðarneyðini hjá lesandi og ungum, ið hesum førinum við at hýsa teimum dýrum jarnbingjum. Men hetta er hvørki ein virðilig ella veruleikakend loysn. Almennu Føroyar mugu ikki bíða eftir, at privatu aktørarnir fara at loysa bústaðarneyðini í Føroyum, tí privatir aktørar hugsa fyrst og fremst um egnan vinning, og hetta fara føroysk lesandi at merkja sviðan av!

 

At búgva í Finsen man vera størsti dreymurin hjá flestu lesandi. Íbúðirnar eru snotiligar, flottar og liggja væl fyri. Bústaðir eru enn ikki komnir við nøkrum leiguprísi, men vónandi verður tað ikki eins høgt, sum hjá MARK. Talan er um ein almennan bústað, og tí ímynda vit okkum ikki, at prísurin verður so høgur.

 

Tað eru bara 37 íbúðir í Finsen – og tí vera tey, ið fara at búgva har, ikki bara sera heppin, men eisini betur stillað enn onnur lesandi í Føroyum.

 

Ert tú so heppin sum lesandi í Føroyum at fáa møguleikan at flyta út frá mammu og babba, so skalt tú allarhelst av við allan lestrarstuðulin og meira enn tað. Tað er snøgt sagt ikki í lagi, at tað skal verða fyrimunur at flyta til Oyrasund, enn at lesa í Føroyum.

 

 

Hví sita við kassan í Bónus fyri at fáa endarnar at røkka saman, tá eg kann hava eitt feitt lestrarstarv á Christiansborg?

Í Danmark kann ein jura-lesandi arbeiða hjá eitt nú Uttanríkismálaráðnum ella í Fólkatinginum. Í Føroyum arbeiðir ein búskaparfrøðilesandi við kassan í Bónus ella Magn. Hvar eru lestrarstørvini?

 

Tað er okkara pástandur, at hægri lesandi í Føroyum arbeiða nógv meira, enn føroyskir útisetar. Føroyski lestrarstuðulin røkkur ikki til so nógv í Føroyum, og tískil noyðist ein at arbeiða, skal ein hava ráð til dagsins uppihald. Hví ikki tekkjast teimum hægri lesandi í Føroyum við lestrarstørvum, ið eru viðkomandi fyri lesturin? Hetta er bæði til gagns fyri tann lesandi, men eisini fyri føroysku fyritøkurnar. Batar síggjast viðvíkjandi lestrarstørvum innan tað privata, men hvar eru almennu lestrarstørvini? Í Danmark er vanligt, at t.d. miðfyrisiting og kommunur hava lestrarstørv, men her eru Føroyar eftirbátar. Tað hevði klætt almennu Føroyum at tikið í nakkan á sær sjálvum og gjørt brúk av teimum, ið hóast alt fara at mynda miðfyrisitingina um nøkur ár.

 

 

Vit velja Føroyar.

Tað er alt ov lætt at venda Setrinum og Føroyum bakið, men tað hava vit ikki gjørt. Tað er ikki rættvíst, at vit so hava verri sømdir og kor, enn tey, sum fara av landinum at lesa. Vilja vit sum samfelag, at fleiri fara undir lestur í Føroyum, so mugu hesi fáa eina gularót afturfyri, men sum nú er, so liggur gularótin í Oyrasundi.

Góða løgting, landstýri og kommunur í Føroyum: veljið nú eisini okkum, tí vit hava valt tykkum!


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her