Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.12.2018 (17:00)

Vit verða hildin fyri spott

Tað verður ikki í dag, at greiða fæst á, hvussu nógvur peningur verður játtaður afturat, so at skúladepilin, Glasir, kann gerast liðugur. Tað er greitt, nú Løgtingið er farið til hús í dag – og tað var uttan at avgreiða málið.

 

Løgtingið samtykti annars at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kundi avgreiðast so skjótt sum gjørligt. Og tað gekk eisini nøkunlunda eftir ætlan eftir at meirilutin í Fíggjarnevndin legði uppskot fram um at játta Glasi góðar 28 milliónir krónur afturat.

 

Men støðan er eisin tann, at góðar 14 milliónir eru áður játtaðar til ávís endamál, men peningurin er brúktur til heilt onnur endamál. Og løgtingslimir føra fram, at tað er at brúka pengar í heimildarloysi.

 

Og sum dagurin leið í dag, fór ivi brádliga at stinga seg upp um, hvat tær 28 milliónirnar, sum meirilutin í Fíggjarnevndini skeyt upp, skulu brúkast til. Tað er viðmerkt, at hann skal brúkast til tey arbeiði, sum eru eftir at gera.

 

Men so varð tað eingin, sum kundi vátta, at peningurin ikki eisini fór at verða brúktur til at rinda rokningar fyri tær 14 milliónirnar, sum eru fyri arbeiði, sum eru gjørd í heimildarloysim tí talan er um arbeiði, ið eru umbiðin, uttan at Løgtingið hevur játtað pening til tað.


Les eisini: Hetta er ikki bara spell – hetta er verri enn so

 

Og bæði Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og aðrir løgtingslimir, gjørdu púra greitt, at tað vildi hann ikki góðtaka. Og hann gjørdi greitt, at fekk hann ikki trygd fyri, at pengarnir verða brúktur til ætlaða endamálið, og ikki til rinda rokningr í heimildarloysi fyri, fer hann ikki at taka undir við at játta meiri pengar.

 

Hann heldur, at hetta er at halda Løgtingið til rukku, tí lata vit bara standa til, er hetta tað sama sum at góðtaka, at pengar verða brúktir í heimildarloysi, og tað ber als ikki til, tí so sleppa vit teimum ábyrgdini, sum hava ábyrgdina.

 

Og tann óvissan førdi til, at málið varð beint aftur í Fíggjarnevndina fyri at beina allan iva av vegnum. Men Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini gjørdi kortini greitt, at tað verður eingin fundur í Fíggjarnevndini í dag. Sostatt verður tað heldur ikki í dag, at málið verður avgreitt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her