- Vit vita meira enn vit fortelja

- Vit halda tað vera løgið, at hvørgin maðurin á vakmyndunum hevur givið seg til kennar, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.

 

Tað eru nú meira enn 140 dagar, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaðnum í Lørenskog. Hendingin fór fram hin 31. oktober í fjør, meðan maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis.

 

Alla hesa tíð hevur einki verið at sæð ella hoyrt til ríkmanskonuna, sum løgreglan framvegis metir er rænd. Løgreglan hevur fingið 1600 ymiskar fráboðanir frá fólki, men eingin av hesum hevur higartil leitt løgregluna til loysn av hesi gátu.

 

Tá Tom Hagen kom heimaftur henda seinasta dagin í oktober, var konan burtur, og í húsunum lá bræv við kravi um loysigjald. Í brævinum var eisini hóttan um, at tað kundi koma at kosta konuni lívið, um løgreglan varð blandað upp í málið.

 

- Tað er ikki vist, at vit hava samlað allar brikkarnar í málinum fyri at loysa putlispælið. Men, sjálvt um tað kanska úteftir sær út, sum einki hendir í málinum, brúka vit framvegis nógva orku upp á hetta mál. Vit vita eisini meira enn tað, vit fortelja alment.

 

Tað sigur kanningarleiðarin í málinum um Anne-Elisabeth Hagen, Tommy Brøske, við www.dagbladet.no. Hann leggur aftrat, at enn hava menninir, sum løgreglan hevur á vakmyndum við arbeiðsplássið hjá Tom Hagen ikki givið seg til kennar.

 

Hetta eru vakmyndir, tiknar sama morgun, sum norska ríkmanskonan hvarv. Tommy Brøske sigur, at onkrar av fráboðanum, sum løgreglan hevur fingið, snúgva seg um hesar menninar.

 

- Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at teir ikki hava givið seg til kennar. Men, hetta eru tveir ymiskir menn, ið talan er um, og vit halda tað vera løgið, at hvørgin teirra hevur givið seg til kennar, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.